MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

20 June 2008

Strævin tíð

Tað hava verið tríggir strævnir dagar.
Mikudagin var eg til fysioterapi. Tað var tann sama konan, sum hevur sæð mín fót tvær ferð fyrr. Hon helt tað var blivi nógv betur og segði mamma og babba hava nokk verið røsk at kitla meg. Hon segði at tey skuldi bara blíva við, og gav teimum 2 øvilisir afturat. Tað eina er ikki so skeg og eg fór at ýla tá tey gjørdu tað. Menmen, heldur tað enn at skula hava ein skinnara.
Hósdagin skuldi eg til skanning av mjadnunum. Har var einki at síggja og svav frá tí heila.
Í dag hevur heilsusjúkrasysturin verði her. Hon helt eg var øgiliga fínur og sum øll onnur so sera sera raskur. Segði eg dugdi næstan at smíla við vilja, dugi at halda eygnakontakt, góð refleksir og síðst, men ikki minst dugi eg so sera væl at eta.
Eg var 46,5 cm langur og vigaði 2800 gramm.
Í morgin kemur omma á Argjum at vitja, tað verður stuttligt.

Her er so ein mynd afturat av mær, eg veit at eg sovi á næstan øllum myndinum, men tað er tí at hvørja ferð eg eri vakin so er mamma púra vekk og gloymir alt um kamera og myndir.

No comments:

Post a Comment