MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

27 February 2011

Diddan veksur í hvørjum

Fyri einari viku síðan var mamma aftur til kontrol. Diddan bleiv skannað og tey mettu hana at viga um 2800 g. So hon trívist sum blomman í egginum inni í búkinum hjá mammu.

Mamma er nú komin 37 vikur… so nú kann diddan bara koma an. Mamma hevur so stóran búk. Februar 024

Ársins fyrsti túrur í djóragarðin

Leygardagin var deiligt veður, hundakalt, men stilt og sólskin. So eg , mamma og babba fóru ein túr í djóragarðin. Mamma og babba keyptu árskort, so tey munna vænta at koma aftur í ár .

Vit hugdu at giraffinum, zebraunum og serliga áarrossinum. Tey lógu og slangaðu sær, eitt baby og mamma á steininum, og eitt lá beint undir vatninum og stakk bara nasagluggarnar upp undan at fáa luft. Tað helt eg var so stuttligt.

Februar 013

So finguð vit okkum matpakka. Eg tímdi ikki at blíva fotograferaður.

Februar 016

Februar 017

04 February 2011

03 February 2011

Nýggja song

Í januar keyptu mamma og babba mær eina nýggja song… STÓRA song, sum eg sjálvur sigi. Tað er tí at diddan skal hava mína gomlu song. Eg eri so glaður fyri mína song, eg havi eisini fingið Cars seingjaklæðir, so tit kunna ætla at eg haldi tað er cool. Eg dugi væl at koma upp, men ikki so væl at koma niður. Eg seti meg bara upp í songina og rópi, so koma mamma og babba eftir mær. Eg má fara at læra meg at koma niður úr seingini eisini.

Mamma hevur sett eina hyll upp og eina náttlampu, so kann eg hava mínar yndisbøkur við hondina.

Song 003

Februar 010Februar 012