MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 February 2010

Mammubólk x 2

Fríggjadagin var eg í mammubólk. Tað var heima hjá gummu og Ró. Tað var so hugnaligt. Gumma hevði bakað bollar. Vit tóku eina mynd av okkum øllum. Tað gjørdu vit eisini fyri ca. 1½ ári síðan. Tá var eg størst, men tað eri eg ikki longur. Gabriel er yngst…. men IKKI minst. Vit sita eftir aldri og í somu rekkifylgi á báðum myndum. Rannvá manglar á tí gomlu myndini.

Mammubólk sep 2008 IMG_5982So í dag vóru Malthe, Bertram og Frida her hjá okkum. Mamma hevði bakað bollar og gjørt eina súrepla kaku. Vit 4 óruddaði alla íbúðina. Tað var ordiliga skeg.

Frida hevði sína lítlisystir við, henni var eg púra vekk í. Eg slapp eisini at sita undir henni.

Mammubólk 002 Mammubólk 004 Mammubólk 010

23 February 2010

Chef Herbert

Í januar keypti eg mær ein spælikøk fyri pengarnar í mínari bússi. Eg elski at standa og spæla við hann. Tað hevur eisini givið mær blóð uppá tonnina til at fara at hjálpa mammu at gera mat.

Funcity, akvarium, baka 031 Funcity, akvarium, baka 033 Funcity, akvarium, baka 035

Kúllur

Ein morgun kom mamma inn og tók meg úr songini, so gekk eg eitt sindir runt og mamma fór inn aftur til babba í kamarinum. Tað sá eg og eitt.. tvey.. trý.. so síggja tit hvar eg endaði.

Funcity, akvarium, baka 029

Hugnaligur leygardagur saman við mammu

Leygardagin fór babba at sparka innandura kapping. So eg og mamma máttu fara at hugna okkum einsamøll. Fyrst fóru vit til eitt stað sum eitur FunCity. Tað er eitt stórt innandura spælipláss. Har var eitt “búr” har man kundi skjóta skúmgummi kúlir eftir hvørjum øðrum, og so var eitt fort við eini byrsu í hvørjum horni. Eg rakk ikki upp at koyra kúlir í og enn og minnið at skjóta, men allíkavæl var tað tað einasta eg tímdi. Mamma royndi at vísa mær kúlubaði og rutsjibanam, men nei. Av tí at ikki kundi skjóta, so gekk eg bara og samlaði bóltar. Teir stóru dreingirnir vóru nokso irriteraðir inn á meg, tí eg gekk allatíðina í vegin og stjól bóltarnar so teir ikki kundi skjóta…. haha.

Funcity, akvarium, baka 003 Funcity, akvarium, baka 004 Funcity, akvarium, baka 005 Aftaná døgurðaslangin fóru eg og mamma inn á eina matstovu sum eitur Wagamama, har møttu vit Evu og Gabriel. Og so ein túr inn á eitt akvarium sum er inni í tivoli. Eg og Gabriel gingu aftur og framm og hugdi at fiskunum.

Funcity, akvarium, baka 010 Funcity, akvarium, baka 017

16 February 2010

Halló halló

Eg spurdi mammu nú ein dagin um tað ikki var okkurt við at eg hevði ein blogg. Tað var gott eg minti hana á tað, tí hon hevur púra glomt tað, ella hevur hon bara ikki havt tíð:) Nú er endiliga okkurt komi up. Um tit eru áhuga, so kann man lesa heilt aftur til jólini.

Føstulávint

Í vikuskiftinum var føstulávint. Vit hildu tað eisini í vøggustovuni. Mamma lat meg í sum eina løvu áðrenn eg fór avstað um morgunin. Tað var ordiliga cool. Eg tímdi slett ikki úr aftur klæðunum.

Leygardagin fóru eg, mamma og babba inn í Føroyahúsið at sláa tunnu. Eg var aftur løva og mamma eisini. Eg helt tað var so skeg at sláa tunnu. Flenti í kíki hvørja ferð eg rakti. Men slái ikki so hart enn, so eg bleiv ikki kattakongur.

Lalandia 153 Føstulávint 001 - Copy

10 February 2010

Lalandia

Síðsta vikuskifti fóru eg, mamma, babba, Eva, Árni og Gabriel til Billund, í húsini hjá Sólrun mostir. Har var so deiligt. Vit ráhyggaði okkum. Har var bæði spæliland og svimjiland, og so var tað eisini jacuzzi.
Lalandia 053 Lalandia 059 Lalandia 062 Lalandia 066 Lalandia 073 Lalandia 081 Lalandia 085 Lalandia 086 Lalandia 092 Lalandia 096 Lalandia 100 Lalandia 101 Lalandia 102 Lalandia 120 Lalandia 144 Lalandia 145