MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

30 July 2008

Ólavsøku

So havi eg eisini prøva tað. Mín fyrsta ólavsøka. Tað var fínasta slag. Eg svav fyri tað mesta og lá í vogninum. Eg fekk eina ballón, ein formula eitt bilur, tað var ordliga cool. So vitjaðu vit eisini ordiliga nógv Allan, tí har kundi mamma geva mær at eta. Eg lurtaði eftir unga tjóðveldinum, Eyðun & Terja og Haraldi. Men so var klokkan eisini blivin nógv og eg fór heim í song.

27 July 2008

Fyrstu ferð í Dali

Nú havi eg verið í Dali. Har var bara gott at verða. Vit sóu abbaba og Bakkaommu. Babba fór at fiska, Louis og Aaron sluppu eisini at kasta nakrar ferð, har var einki at fáa annað enn tari.
Bía mostir bakaði eitt fjall av pannukakum og har vóru so nógv fólk í Putlhúsi.

Barnadópur

Hey øll somul, eg vildi bara siga frá at aftaná Ólavsøku verði eg doyptur. Tað heila gongur fyri seg í Vesturkirkjuni klokkan 14 leygardagin 2. august. Um kvøldið, lat okkum bara siga klokkan 17 og úteftir, kunna øll koma at fáa sær suppu og kaku hjá langommu í Leivsgøtu 7.

Hey aftur

Hey øll somul, Nú havi eg verið í Føroyum í nógvar dagar. Tað hevur verið ordiliga deiligt at síggja øll skyldfólkini her. Eg veri størri og størri í hvørjum. Onkrar nætir tími eg ordiliga væl at sova, aðrar minnið væl. Tá tað gongur ordiliga væl sovi eg 6 tímar út í eitt, so vóna mamma og babba bara, at tað er um náttina eg geri tað :)Nú hevur mamma lagt nógvar myndir upp av øllum møgiligum fólki.

15 July 2008

So kom eg til Føroyar

Langt um leingi so kom eg til Føroyar. Men tað var ikki sum at siga tað. Fyrst bíðaðu vit leingi í Kastrup, so tá vit endiliga fóru avstað, so sluppu vit ikki at lenda og flugu yvir Nólsoynni til vit fóru til Norra. Har blivu vit inkvarteraði á einum hotelli klokkna 1 um náttina og so upp aftur at flúgva klokkan hálvgum sjey. Um tað skal verða uppá handan mátan hvørja ferð, so tími eg slett ikki at koma til Føroyar aftur.

13 July 2008

So fari eg til Føroyar... jubiii!!!

Nú eru bara nakrir fáðir tímar til eg skal upp í flúgvarin og heim til ommur og abbar í Føroyum. Tað verður serliga stuttligt at síggja abba í Grønlandi og abba í Íslandi, teir hava ongantíð sæð meg fyrr. Gleði meg eisini at síggja langommu.
So get ready øll har heima.... Herbert is coming to town.

08 July 2008

So skal eg uppá slankikur!!!

Jaja, so var heilsusysturin aftur her. Hon trúði ikki sínum egnu eygum tá hon sá hvussu nógv eg vigaði… 3920 gramm. Mamma hevði grenja eitt sindur um at eg ikki vildi sova um náttina og at hon helt at tað var tí eg hevði ilt í búkinum, tað helt heilsusysturin kundi so væl passa. Hon helt simpulten, at eg eti for nógv. So nú skal mamma royna at geva mær suttu í staðin fyri boppu, tá eg grenji og bíða við at geva boppu til eg eri svangur og ikki bara vil hava okkurt at sutta uppá. Mamma heldur tað er nokso ringt at ikki bara geva mær boppu tá eg grenji, tað er ein ordans kollvelting í tankagongdina frá tá eg var føddur, tá skuldi hon bara royna at geva mær so nógv at eta sum gjørligt. Menmen, nú royna vit hetta og vita um eg sovi betur um náttina.Hvat annað er hent síðan seinast…. eg var aftur til fysioterapi. Hon helt at fóturin var nógv betur. Mamma og babba skula bara halda áfram við at trena. Skal til kontrol hjá ortopædinum í august.
Nú gleða vit okkum øll at koma heim til Føroyar. Bara 5 dagar.
Mamma hevur lagt fleiri myndir inn í albummi.

01 July 2008

5 vikur kanning

So hava eg og mamma verið til 5 vikurs kanning. Tað vísir seg at tað er ikki sum at siga tað at koma oman til læknan, øllum førum ikki tá tað er mamma sum skal standa fyri tí…. eg hjálpti nokk heldur ikki uppá sakina.Alt byrjaði í gjár, mamma skrykti meg upp úr songini, so eg kundi fáa at eta og vaskast áðrenn vit skuldi til lækni, grúðiligt manerer. Vit koma so oman har langt um leingi, so sigir sjúkrasystirir aftanfyri diskin, ”Jamen, I har først tid i morgen”. So har var einki annað at gera enn at fara við halanum millum beinini heimaftur. So om igen í morgun, skryktir upp úr songini, vaska hári, reina blæðu og so í nýggj fín klæðir og spildirnýggjan jakka. Mamma hevur ikki meir enn bakka út úr parkeringsplássinum, so spýggi eg alt so til. Inn aftur, og í rein klæðir frá innast til uttast. So náddi vit langt um leingi oman til læknan og tað var tann rætti dagurin:) Alt var í fínasta ordan. Eg eri eitt sindir lættur og stuttur í forhold til at eg eri 5 vikur gamal, men tað sigir seg sjálvt. Eg skal nokk koma aftur. Eg vigaði 3350 gramm og var 49,5 cm langur. Nalvin var fínur og eg reageraði uppá alt sum eg skuldi. Tað einasta sum var, var at eg enn eri eitt sindir gulur, so eg og mamma skula fara at taka blóðprøva í morgin. Mamma heldur bara eg havi ein fínan kulør:)
Vónandi hava til tað øll gott úti í stóru verð, gleði meg at koma heim til Føroyar í summar.