MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

29 June 2009

Summar í Føroyum

So kom eg endiliga til Havnar. Tað er so deiligt. Eg havi spælt úti og vitja øll møgulig sum eg kenni, prøva bara og hygg at myndinum.












28 June 2009

Ein lítil bandittur umborð á Atlantic Airways

So havi eg aftur verið og flogið. Eg helt tað var alle tiders, men mamma, hon bara grenjar. Hon helt eg var í so kúllasligur. Eg vildi bara sleppa at spæla alla tíðuna, og allar helst úti á mittar gongini, har var so spennandi. Mamma bleiv við at hála meg innaftur. Eg helt hon var so forbiðji strævin.
Men eg slapp at spæla á setrinum og á dúrkinum framman fyri stólinum hjá okkum, vit høvdu tríggjar stólar, bara eg og mamma, so eg hevði eitt sindir at plássi at spæla í. Tá eg hevði rokast í 2 tímar, so var eg so deyðamóður at eg datt av tá mamma tók meg upp. So svav eg eina lítla løtu, inntil við lendu.
Har vesturi stóð omma í Grønlandi og bíðaði. Tað var deiligt. So fóru vit til Havnar.


Sól og summar í DK

So kom summarið ordiliga til Danmarkar. Eg havi prøva alt møguligt. Eg havi verið í Frederiksberg have við mammu og babba, har slapp eg at pæla í sandkassanum og á einari løgnari reiggju.
So ein annan dagin slapp eg at spæla í svimjihylinum hjá grannunum hjá okkum, tað haldi eg eri so mega skeg.´
Hósdagin kom Lisa gumma at passa uppá meg, mamma og babba fóru í biograf. Gumma segði eg skikkaði mær pent, men eg tímdi ikki at sova, tað helt hon var nokso strævið.
Fríggjadagin fóru eg, mamma og babba í zoologisk hava. Eg havi at øll djórini er sooo skeg. Eg vil sooo gjarna sleppa at nerta við tey, men tað er ikki øll har man sleppur tað. Bara geitirnar. Tað helt eg var stuttligast.
Tit muga hyggja at øllum myndinum. Tað er so deiligt tá tað er summar.


25 June 2009

Herbert til fotograf

Í síðstu viku var ein fotografur í vøggustovuni og tók myndir av øllum børninum. Eg haldi bara at eg riggi heilt væl:)

10 June 2009

Jubii, eg havi fingið tveir vinmenn afturat

Í gjár fekk Sigga, sum er ein vinkona hjá mammu, ikki minnið enn tveir beiggjar. Teir eru gott nokk eitt ár yngri enn eg, men eg ætli mær at spæla við teir allíkavæl. Øll hava tað gott.

08 June 2009

1 árs kanning

Í dag var eg hjá lækna, eg bleiv kannaður, máldur og vigaður. Læknin segði at eg var ein perfektur drongur. Eg fylgdi kurvuni fínt bæði við vekt og hædd. 74 cm og 9,8 kg.
Tá eg var liðugur inni hjá læknanum skuldi eg inn til sjúkrasystrina. Hon skuldi koppseta meg, eg var ordiliga raskur tá hon stakk meg í høgra lær, men tá hon so eisini stakk meg í vinstra lær, tá var ovboðið, og eg skar útúr. Men eg steðgaði skjótt aftur. Eg var soo raskur.

07 June 2009

Vitjan av Gabriel og sól og summar

Síðsta sunnudag kom Gabriel og foreldrini hjá honum at vitja meg. Tað var ordiliga hugnaligt, eg og Gabriel spældi uttanfyri.


Dagin eftir spældi eg aftur í garðinum, men saman við gentunum, sum búgva við síðuna av.



Sleep over hjá okkum

I fyrradagin vóru vit í mammubólk hjá Ró. Tað var ordiliga skeg. Gabriel og Rannvá vóru eisini har. Tá eg og mamma fóru avstað, so kom Ró við okkum. So fóru vit eftir babba og so fóru vit øll til McDonalds. Ró svav hjá okkum og vit spældi saman um morgunin inntil gumma og Carl komu eftir henni. Eg gleði meg til Ró sleppur aftur at sova hjá okkum.