MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

31 March 2009

So fór eg avstað aftur

Fríggjadagin fóru eg og mamma aftur til DK. Tað hevur verið so deiligt at verða heima og slappa av. Eg havi vitja nógv fólk og verið og svomið heilar tríggjar ferðir.
Hóskvøldið vóru vit úti hjá ommu og Hans abba á Argjum. Brandur pápabeiggi kom eisini framvið og so ikki at gloyma Bonso.
Eg eri barastani so forvitin eftir at vita hvør hasin Bonso er, eg vendi og dreyði mær fyri at sleppa at síggja hann. Men mamma torir ikki at lova okkum at spæla saman enn, Bonso er eitt sindir øvundsjúkur inn á meg, tí omma er púra vekk í mær.
Men eg slapp at nerta eitt sindir við, meðan pápabeiggi helt í honum.

26 March 2009

Sum tíðin flýgir

Nú havi eg verið í Føroyum í næstan eina viku. Tað er ótrúligt sum tíðin flýgir avstað. Mánadagin var eg og vitjaði ommu og Hans abba á Argjum. Omma hevði dampað fisk, tað helt eg var ordiliga lekkurt. Akkurát tá eg kom goyði Bonso eftir mær, og eg bleiv so bangin, men tað gekk ikki leingi fyrr eg bara var forvitin. Eg vendi mær so nakkin mundi brotna fyri at síggja hvar hundurin var. Til endans sat eg eisini á gólvinum, meðan hundurin eisini var har, mamma og Hans abbi ansaði eftir hann ikki kom ov nær. Hann var eisini forvitin at vita hvat eg var fyri ein.

Týsdagin fóru eg og mamma oman til langommu. Abbi var eisini har. Eg fekk eplamorl við smør, smakkði so deiligt. Omaná fekk eg varflu, tað hevði eg ongantíð roynt fyrr, og eg má siga at mær dámdi tað:)

Seinnapartin var eg trillitúr við Katrin. Vit fóru at vitja Rúnu, sum var til arbeiðis. Eg var altso púra vekk í Katrin. Eg royndi allatíðina var fáa fatur í henni og mussa hana. Hon var ikki heilt við uppá tað. Aftaná trillaði mamma og Durita okkum runt í oysoys regnið, vit hildu tað verða herligt, men tær blivu nokso vátar.
Mikumorgun fóru eg og mamma eftir langommu, og so fóru vit øll niðan at svimja. Tað var so stuttligt. Eg elski jú at svimja, og tað ger langomma eisini. So tað kundi ikki verið betur. Langomma helt at eg var so raskur, og tað hildu hinar morgunfrúurnar eisini, tær vóru púra vekk.



Seinnapartin mikudagin vóru eg, mamma, omma og abbi trillitúr. Mamma trillaði meg og omma trillaði abba. Veðrið var fínasta slag. Fóru allan vegin oman í býin og heim aftur.

Var tað nakar sum segði banditt???

Meðan eg havi verið heima her í Føroyum havi eg lært meg at reisa meg upp, eg háli bara í alt sum er fyri, hyllar, skuffir ella skáp, og so uppsey, so standi eg. Tað er sooo stuttligt at spæla í skuffunum hjá ommu.
Mamma hevur lagt ein film upp har eg reisi meg upp.












23 March 2009

Eg eri í Føroyum

Knappliga so fekk mamma tað hugskot at hon ksuldi fara til til Føroyar. Babba helt eisini tað var eitt fínt hugskot, og so keypti mamma ferðaseðlar til dagin eftir. Sum ikki eina ferð, so var flogfarið seinkað, men tað bilti ikki, eg fór bara at vitja vinmannin Gabriel.
Tað er ordiliga deiligt at verða í Føroyum. Her eru fult at fólkið sum halda at eg eri simpulten so fittur.
Eg eri blivin ordiliga raskur at seta meg upp, onkutíð eydnast tað mær at reisa meg heilt upp, men ofta bara upp á knøini. Eg haldi serliga at printarin, bakarovnurin hjá ommu og rulliborðið hjá abba er spennandi.

Í gjár var ein hendingaríkur dagur. Fyrst fóru eg, mamma, omma og ommudidd at svimja. Tær hildu eg dugdi so væl, eg kavaði sum eg var betaltir fyri tað. Dugdi ordiliga væl. Tá eg vaknaði aftaná vit komu heim, fóru vit út at reiggja. Seinnapartin fóru vit øll so út til Fríðu, tí hon fylti eitt ár. Har var eisini nógv at spæla við, men tað var nú mest spennandi at spæla við eitt skáp, eg fekk ordiliga nógva uppmerksamheit tá eg hálaði í tað. Kanska var tað tí tað var tað skápi te og kaffi stóð á.Í dag hevur eisini verið ein fínur dagur. Tá eg kom upp var stovan full við stólum. Omma fekk 24 næmingar heim til morgunmat, so eg og mamma sótu úti í køkinum og ótu havragreyt. Men tað var stuttligt at tað vóru so nógv fólk, tí tey tímdi ordiliga væl at bera meg. So fann eg eisini útav at omma og abbi hava eitt gevalidigt spegl inni í teirra kamari, og har býr ein lítil drongur.


Og seinni í dag fara eg og mamma at vitja ommu á Argjum, Hans abba og Bonso. Tað er slett ikki so galið.

17 March 2009

Og so vóru tær 5...

Í gjár sá mamma attannkjøti í yvirmunninum var eitt sindir hovi... og so í morgun sá hon at har var atlso komin ein tonn afturat. Nú havi eg fimm... men tað sær út sum nummar 6 er lige om hjørnet. Hon sæst eitt sindur gjøgnum tannkjøtið.

16 March 2009

Weekend í Herlev

hevur verið sera hendingarríkt. Eg og mamma hava verið úti í garðinum og reiggja, eg dugi at koyra ferð á sjálvur, og haldi tað er ordiliga skeg.

Vit hava eisini verið ein langan túr inni í Keypmannahavn, bilurin vildi ikki sum mamma og babba, so vit fóru við buss og tok og metro inn í býin:) Tað var ordiliga hugnaligt, tá eg sleppi frá at sita í autostólinum og mamma og babba kunna spæla við meg meðan vit koyra.




Og so tá vit eru heima er tað eisini hyggeligt at hyggja eftir teletubbies í sjónvarpinum, ella bara hugna sær við eini keks.



10 March 2009

So var tað slutt:(

Nú var mamma í Belgia í weekendini, tí mostirgumma bleiv 30, so vit høvdu avgjørt at fríggjakvøldið skuldi verða síðstu ferð eg fekk boppu. Eg má siga sum er, at enn er tað einki stuttligt. Um kvøldið tá eg skal í song leingist mær nokso illa eftir boppu, men tað gongur an við fløsku. Eg venji meg nokk skjótt við tað. Mamma heldur eisini tað er ordiliga ringt. Henni leingist næstan líka nógv sum eg eftir at geva mær boppu aftur, tað er so hugnaligt. Menmen, nú muga vit bæði bara venja okkum við hesa nýggju støðuna. Tað man ikki fara at verða so galið allíkavæl, so sleppi eg eisini at verða einsamallur við babba oftari:)
Eg eri eisini blivin so stórur nú, eg eri allastaðni og eftir øllum. Í gjár mátti babba koyra botnin í mínari song longur niður, tí eg eri byrjaður at taka í kantin og hála meg upp. Tað er eisini ordiliga farligt at hava meg í bað, eg elski at takai kantin og so hála meg upp og hyggja niður. Mamma og babba muga eisni fara at blaka hatta stativi til baðikarið burtur. So muga tey bara bukka seg niður:)
Havi tað nú so gott folkens. Eg fari at fáa mær morgunmat.

Nýtt baðikar


So vóru eg og mamma í býnum í dag, mamma keypti mær eitt nýtt baðikar.
So eg slapp í bað aftur í kvøld, sjálvt um eg var í bað í gjár. Baðikarið eitur FlexiBath, tað er so smart at tað kann klappast saman. Fyllir næstan einki.
Gott tá man ikki hevur so nógv pláss.





05 March 2009

HEYHEY

Eg vildi bara siga at mamma hevur lagt nøkur video upp.
So vildi eg eisini siga hey við Sáru, hon er so fitt at skriva til mín. Vit muga heilt sikkurt koma at vitja tykkum, tá vit koma heim at ferðast. Og tillukku til Hjalta sum bleiv kattakongur.





04 March 2009

Zoo, Jensen's og svimja

Í vikuskiftinum vóru systkinabørnini hjá mær her og vitjaðu. Tey høvdu verið heima hjá ommu og abba í Grønlandi og vitja. Vit fóru eftir teimum á flogvøllinum og so fóru vit í zoologisk hava. Har havi eg verið fyrr við abba á Íslandsvegnum.
Tá vit komu har bíðaði vit eftir Sólrun mostir, Lars og meira sysktinabørnum. Lisa gumma kundi ikki verða við, hon skuldi trena musical:) Tað var ordiliga hugnaligt í zoo, eg svav ein part av tíðini, men hvakk við tá aburnar skríggjaðu:)

Aftaná zoologisk hava fóru vit øll á Jensens bøfhus, tvs. øll uttan Lars, hann hevur úr at gera stakkalin:) Tað var ordiliga deiligt, børnini finguð leikur og tey vaksnu fingu nógvan mat. Eg fekk bara sum vanligt matpakka heimanifrá:(








So fóru vit heim, Bía og mostir og børnini svóvu hjá okkum. Eg var nokso uppi at koyra aftaná ein so langan dag við nógvum hendingum... vildi faktisk ikki sova næstan alla náttina.

Sunnudagin fóru vit at gera nakað sum eg eri ordiliga vanur við:) Vit fóru at svimja. Tað var ordiliga stuttligt. Vit fóru yvir í barnahylin, eg plagi annars bara at vera í babyhylinum. Vit spældu og plaskaðu.





So aftaná svimjing koyrdi vit tey út at flogvøllin og vekk vóru tey... gleði meg at síggja tey aftur. Kanska vit fara í konfirmation hjá Louis... eg hopi tað.

Um kvøldi sunnudagin fór eg til Arndis gummu og Carl. Tey passaðu uppá meg nakrar tímar, so mamma og babba kundu fara í biograf. Eg hyggaði mær ordiliga nógv, Ró er so fitt at spæla við.