MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

30 March 2011

Til frisør

Nei tvætl… ikki ordiliga til frisør. Mamma tók trimmarin og kutaði alt hári av mær. Tað var ikki lætt hjá henni. Hon heldur tað er so fitt, tá eg havi langt hár, men tað ber ikki til, at bara lata tað vaksa. Nú kemur várið, so av mátti hárið.

Tað var einki serliga stuttligt, tað tók so langa tíð. So onkrir tjavsar munna verða eftir. Tað leggi eg einki í. Tað stuttligasta var at sleppa at dustsúgva aftaná.

Herbert kliptur 004

Herbert kliptur 002

Herbert kliptur 003

Enn sjúkur

Nú er tað 3. dagur eg eri heima hjá mammu. Í gjár fekk en høgan febur… 39.3 og eg fekk útslett um allan kroppin. Tað byrjaði við at eg fekk ordiliga reyðar kjálkar  og so fekk eg prikkar um allan kroppin… akkurát sum gásarhold. Mamma helt eg hevðu fingið skarlaksfebur og ringdi til læknan. Tað helt læknin eisini, so nú fái eg penicillin. Tað er so ólekkurt, mamma má kroysta tað í meg.

Her havi eg sjálvur gjørt ein bil bana meðan mamma var á vesinum við didduni.

Heima sjúk 002

Heima sjúk 008

Man kann gott hoppa fyri tað um man eg sjúkur.

Heima sjúk 017

Og diddan hevur fingið stórar kjálkar og fleiri høkur.

Heima sjúk 014

Heima sjúk 015

28 March 2011

Myndir hann og hon

Herbert (87)

Omma á vitjan 017

H (117)

Djóragaður, føðingardag 012

Herbert (93)

Komin heim 005

Heilsusytur igen igen

Í dag var heilsusysturin aftur og vitjaði meg. Eg bleiv máld og vigað og hon og mamma snakkaði um, hvussu eg skikki mær.

Mamma heldur er eri forferdiliga fitt, men mær dámar so øgiliga væl at súgva… og so at liggja og sova í ørmunum hjá mammu.

Eg eri nú 53,5 cm og vigi 3,86 kg. Man skal taka uml. 200 g uppá um vikuna, tá man er so gamal sum eg… tvs. eg skuldi havt tikið 400 g uppá síðan konan var her síðst, men eg havi tikið 750 g uppá. Konan segði, at mamma gott kann geva mær suttu av og á, tá eg leiti, tí eg fái í øllum førum ikki ov lítið av mjólk. Eg veit ikki hvat eg haldi um tey ráðini… mær dámar væl at liggja hjá mammu og fáa boppu.

Annars var alt fínt, eg sá so væl nøgd út at har var einki at koma eftir.

--------------------------------------------------------------

Eg havi eisini verið heima í dag. Í gjárkvøldið hevði eg febur, so mamma helt tað var best at halda meg heima í dag. Eg havi roynt at skikkað mær pent. Tað er eitt sindir troyttandi við hasi gentini, sum eg komin at búgva hjá okkum. Mamma kann ikki koma at spæla bilar ella byggja torn, tá eg vil hon skal, og tá hon so endiliga kom… so kom gentan við, og mamma kundi bara spæla við einari hond. Gott at konan sum var her í dag segði at diddan kann fáa meira suttu, so kanska eg eisini kann fáa meira mammu.

22 March 2011

Elin 4 ár

Sunnudagin vóru vit í føðingardag. Elin bleiv 4 ár. Tað er so stuttligt at Elin kennir eisini mína vinkonu Sissel, so eg hyggaði mær. Vit spældi í fleiri tímar uttan at tað kom klandur í. Karin var eisini har, hon dugdi so væl at spæla við okkum.

Djóragaður, føðingardag 040

Djóragaður, føðingardag 042

Aftur í djóragarðin og Rannvá á vitjan

Leygardagin vóru vit aftur í djóragarðinum. Tað var fyrstu ferð diddan var við, so eg mátti vísa henni hvar alt var. Vit sóu kamelarnar, og babba vildi taka mynd, so eg segði APPELSIIIIN.

Djóragaður, føðingardag 017

So fóru vit til apurnar. Eg havi akkurát fingið eina kanin bamsu í gávu frá Nichalu. Eg hevði hana við í djóragarðin, men tað skuldi eg aldrin havt gjørt, tí eg misti hana niður til apurnar. Eg skal nokk siga tykkum at tær vóru skjótar. Eitt, tvey, trý so høvdu tær sæð kaninina, og skundaðu sær upp í eitt træ við henni. Har vann tann størsta apan kaninina og byrjaði at býta í hana. Eg eri enn keddir um at hava mist kaninina, eg var ordiliga góður við hana.

Djóragaður, føðingardag 018

Djóragaður, føðingardag 023

Men tað var allíkavæl hugnaligt. Diddan sá ikki nógv, hon bara svevur.

Djóragaður, føðingardag 025

Djóragaður, føðingardag 027

Djóragaður, føðingardag 031

Djóragaður, føðingardag 033

Tá eg so hevði sovið mín døgurðaslang, kom Rannvá at vitja. Rannvá fær eisini eitt lítið systkin skjótt.

Djóragaður, føðingardag 036

Djóragaður, føðingardag 037

Djóragaður, føðingardag 039

Diddimyndir

Djóragaður, føðingardag 008

Djóragaður, føðingardag 012

Djóragaður, føðingardag 014

Herbert og babba gera døgurða

Mamma skal geva boppu í tíð og ótíð, so eg og babba muga hjálpa til at gera nátturða. Her flysa vit gularøtir.

Djóragaður, føðingardag 001

Djóragaður, føðingardag 004

15 March 2011

Vitja gummu

Í gjár fóru vit til gummu til døgurða. Tað var fyrstu ferð diddan var og vitjaði tey. Eg havi verið har ofta verið har fyrr. Gumma gjørdi pasta og kjøtsós, mums.

Ró slapp at sita undir diddini, tað helt hon var ordiliga spennandi. Eg tori ikki so væl enn. Haldi hon er so lítil. Eg vil gjarna, men tá taå so kemur til stykkið, so tori eg ikki allíkavæl. Eg vildi heldur bara dansa.

Omma á vitjan 027

Omma á vitjan 028

Omma á vitjan 029

Omma á vitjan 032

Omma á vitjan

Fríggjadagin ringdi omma í Grønlandi og spurdi um vit høvdu nakrar planir í vikuskiftinum. Mamma segði, at tað høvdi vit ikki, gott helt omma, tí hon kom at vitja fríggjakvøldið:)

So omma hevur verið her í 2 nætur. Tað var so stuttligt at síggja hana. Mamma helt eisini tað var ordiliga deiligt.

Leygardagin vóru nógv fólk her. Sólrun mostir, Lars og Símun vóru her, og so komu Rógvi og Barbara eisini. Sunnudagin kom Lisa.

Tá eg var eina viku gomul helt mamma at nú mátti verða tíð at koyra meg í bað. Eg helt tað var herligt, uttan tá eg skuldi upp aftur. Tað var so kalt at eg skar útúr. Tá var gott at blíva ballað inn í handklæðið.

Bergljot 026

Bergljot 045

Bergljot 122

Bergljot 051

Omma á vitjan 005

Omma á vitjan 026

14 March 2011

Heilsusystir á vitjan

Í dag var heilsusystirin her. Hon hugdi at mær, máldi og vigaði.

Eg vigaði heili 3100 g, tað er ordiliga gott. Málið í dag var at eg skuldi verða aftur uppi á míni føðivekt, og tað eri eg so væl og virðiliga. So eg og mamma duga bara hatta har við at boppast. Eg eri enn 49 cm. Nalvin datt av í gjár, og heilsusystirin segði hann sá fínur út. Eg eri enn nokso gul, so mamma skal vakja meg 3 hvønn tíma, so eg kann drekka. Um eg enn eri gul fríggjadagin, so skal mamma fara til kommunulækna við mær. Men heilsusystirin segði eisini at tá eg so var vakin (babba vakti meg), so var en ordiliga vakin og hugdi fínt runt. Tá eg so sá mammusa eygu, gav eg henni eitt stórt smíl… tað helt heilsusystirin var so flott, tí eg eri bara 9 dagar. 

Omma á vitjan 017

10 March 2011

Fyrsta vikan

Nú hevur Herbert átt hendan bloggin í næstan 3 ár… nú muga tit venja tykkum við at eg eisini skrivi. Nú eri eg 5 dagar gomul. Síðan eg kom út og heim havi eg næstan bara sovið. Mamma og babba vita ikki um tað bara er tí at eg eri so góð, ella um tað er tí at eg havi gulsótt:) Sum tit síggja so eri eg eitt sindir gul.Komin heim 005

Komin heim 011Komin heim 010

Týsdagin vóru eg og mamma niðri aftur á sjúkrahúsinum, eg skuldi testa oyrini og taka nakrar blóðprøvar. Millum annað fyri gulsótt, men har var alt í ordan. Jarðarmóðurin segði bara at eg skuldi liggja við vindeyga og mamma skuldi geva mær nokk at drekka, og so reagera um eg bleiv meira gul ella meira sløv.

Babba var ikki við á sjúkrahúsinum, tí hann mátti verða heima hjá Herbert. Herbert hevur verið heima síðan týsdagin. Hann byrjaði at spýggja mánakvøldið og hevur ikki stegða síðan. Hann var soo slakkur í gjár, men í dag er betur. Hann fær hildi eitt sindir í sær.

Hann er annars ordiliga fittur, hann hevur ikki havt so nógv yvirskot til mín, men hin vegin, so er hann heldur ikki øvundsjúkur.

Komin heim 004Komin heim 008

06 March 2011

So er diddan komin

Í gjár kl 19.27 kom diddan í verðina. Mamma bleiv sett í gongd, tí blóðtrýsti hjá henni aftir snýkti seg uppeftir. Alt gekk ordiliga gott og skjótt. Bæði mamma og diddan høvdi tað ordiliga gott, so vit hildu at tað mátti verða longst sum best bara at fara heim, so eitt sindir yvir midnátt vóru tey á veg heim aftur.

Diddan vigaði 2940 g og var 49 cm.

Diddan 011Diddan 012Diddan 016Diddan 026Diddan 031 - Copy