MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

30 November 2009

Abbi og babbaba vitja

Síðsta vikuskifti fylti babba 3o ár. Tí komu abbi og babbaba til Danmarkar at vitja okkum. Tað var so hugnaligt. Eg gekk allatíð runt og segði “abbi, abbi” og hann tímdi væl at spæla við meg.

Leygardagin fóru vi tú t at eta á Jensens bøfhus, bara vit 5, men sunnudagin, tá babba ordiligt fylti, høvdu vit bjóðað eina rúgvu av fólki til brunch í eini café. Har var so deiligt, tí tey høvdu eg stórt spælipláss.

Kameraði var tíðverri vekk hasar dagarnar, so vit hava onga mynd.

20 November 2009

Heystveður og Jón gubbi á vitjan

Tað hevur so deiligt heystarveður her í Herlev. Eg og babba hava ofta verið úti og hentað øll tey súreplini, sum eru dottin av træðnum í garðinum. Novembur 010 Og so kom Jón gubbi knappliga at vitja. Hann svav hjá okkum, so máttu eg eisini vísa honum hvussu man hentar súreplir í garðinum.

Novembur 015Novembur 017Novembur 018 So tímdi Jón gubbi eisini at spæla lego við mær. Eg spældi bara í songini hjá honum:)

Novembur 020Novembur 022

10 November 2009

Svimjing

Mamma hevur gjørt eitt video har eg svimji, eg dugi ordiliga væl at kava úti, rutsja og taka ringar upp av botninum. Tað er so skeg at svimja.

Sjúkur igen igen

So legðist eg aftur… sama kvøld har sum eg hveði beistast í songini og svomið við mammu og babba, kom feburin aftur. Uppá ein tíma fór eg frá at verða frískur sum fiskurin til at hava 39.4. Læknin segði at ljóðaði sum influenza, tann sum gongur beint nú præsenterar seg við knappligum febri og kuldaskjálvta, og eg skalv sum eitt bókablað. Sum um tað ikki var nokk, so fekk eg enn hægri febur í gjár, kom heilt upp á 40.2… og so fekk eg feburkrampar. Mamma og babba blivu heilt forskrekt, tað var virkuliga vemmiligt. Vit fóru beint á skaðastovuna og víðari til barnamótøkuna á Gentofte. Har fekk eg eitt kamar og eina song, so lá eg har og svav í nakrar tímar. Tá vit høvdu verið har í 4 tímar segði læknin, at um mamma og babba vóru trygg við tað, so kundi vit fara heim. Tað fóru vit so. Í dag hevur verið eitt sindir betur, men eg havi enn høgan febur.2009.10.28 Sjúkur 041

Man kann gott rokast eitt sindur, sjálvt um man er sjúkur, man skal bara hava Bonso og tvær suttir hjá sær, so er einki óført.2009.10.28 Sjúkur 0422009.10.28 Sjúkur 0432009.10.28 Sjúkur 0462009.10.28 Sjúkur 065

Herbert beistast

Sunnumorgunin beistaður eg og mamma í songini. Tað er so stuttligt at sleppa at spæla í songini hjá mammu og babba. Aftaná fóru vit trý at svimja. Har sum onkutíð plaga at svimja eru tvier hylja til børn, men tann eini var stongdur, so øll børnini vóru í hinum. Tit kunna ætla tað var trongt, sum sild í tunnu.

2009.10.28 Sjúkur 036

02 November 2009

Vitja gummu og Ró og Carl:)

Í gjár vóru vit og vitjaðu gummu. Vit fingu lekran døgurða og mandarin omaná. Og so spældi eg ordiliga nógv við Ró.

IMG_4815IMG_4825 IMG_4821IMG_4823