MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

29 December 2008

Jólagávur

Vildi bara leggja tvør myndir upp har eg spæli við ein brotpart av mínum jólagávum

28 December 2008

Døgurði, dópur og brúdleyp/dópur

2. jólakvøld vóru vit hjá ommu á Argjum til ræsta súpan og ræst kjøt. Eg fekk bara mosa epli og rót, tað dámdi mær bara heilt væl. So fekk eg mær ein slang, og tá eg vaknaði sótu øll og finguð sær rís a la mande... tá gjørdi eg vrøvl.. eg vildi eisini hava burturav, so babba mátti so pent seta seg at geva mær súrepla/banan mos. Tey billa sær nógv inn at fáa sær dessert uttan meg. Mamma fekk forrestin mandluna.
So seinni 2. jólakvøld fóru vit niðan til ommuna hjá Rannvu... vinkonan hjá mær. Hon bleiv nemliga doypt tann dagin... eg havi vita at hon eitur Rannvá leingi. So í gjár var det om igen, fyrst passaði Turið ommudidd uppá meg eina løtu, meðan mamma og babba fóru í kirkju, tí Lilja skuldi doypast og mamma og pápin hjá henni skuldi giftast. Seinni um kvøldi slapp eg uppí part, vit fóru øll út til ommuna hjá Lilju til nátturða. Har var Arthur gubbi, hann tímdi ordiliga væl at bera meg
Har var eisini ein mega smart kaka.



So eru jólini farin

Nú eri eg so komin livandi gjøgnum míni fyrstu jól. Tað var so stuttligt. Eg fekk ordiliga nógvar pakkar, bæði klæðir og leikur. 1000 takk fyri alt.
Jólaaftan vóru vit fyrst hjá ommu á Argjum... mamma tók onga mynd, men tað gjørdi Jón gubbi harafturímóti... hann blitzar og blitzar:) Mamma og babba fáa kanska onkra mynd frá honum. So fóru vit til Dals við Teistanum, og tað var nokk tað sum var minst stuttligt við øllum jólaaftan, eg var ikki nógv verdur, tí tað rullaði eitt sindir. So komu vit til Dals, og har fekk eg dunnu at eta um kvøldið, tað dámdi mær bara heilt væl. Mamma hevur heldur ikki tikið nakra mynd í Dali, tí har gekk omma og blitzaði.
Tíbetur vóru vit allarfyrst niðri hjá langommu, og har var onki blitz uttan okkara, so vit finguð eina mynda av hvussu fittur eg var í mínum jólaklæðum.

24 December 2008

Gleðilig jól

Nú eru allir pakkarnir komnir, og um ikki so nógvar tímar sleppi eg at pakka teir upp. Eg havi fingið nógv mest. Um eina løtu fara vit út til ommu á Argjum og Hans abba at fáa okkum skerpikjøt og heit eplir. Aftaná fara eg, mamma og babba við Teistanum til Skopunar og so víðari til Dals. Har bíða omma og abbi í Grønlandi eftir okkum við ikki minnið enn tveimum dunnum. Eg gleði meg at smakka dunnu í mítt eplamorl. Vit koma aftur til Havnar 2. jóladag.
Nú muga tit øll hava eini góð jól og eitt gott nýggjár.

23 December 2008

Kári vitjar

Fríggjadagin vóru Kári, Guðný, Markus og Inga Rósa ommudidd og vitjaðu. Tað var ordilga stuttligt. Vit lógu og spældu á teppinum saman, royndi at taka í hvønnannan. Kári er ordiliga raskur at flyta seg fram eftir gólvinum, tað verður ikki leingi áðrenn hann dugir at grulva. Eg má fara at venja nú, so eg kann duga líka væl sum hann.

22 December 2008

Vitja langommu

Í gjár var eg og vitjaði langommu. Tað var hugnaligt sum altíð. Langomma hevur verið so óheppin at hon hevur brotið lærið, so hon gongur við stavi, akkurát sum abbi í Grønlandi. Men mamma og babba finguð sær te og nýbakaða kaku. Eg fekk mær bara ein slang.

17 December 2008

Endiliga møtti eg Kára og Katrin

Í gjár var eg í SMS, og mitt í Baresso kaffi møtti eg ongun minnið enn Kára. Nú hevur mamma snakkað so nógv um handan dreingin, so tað var ordiliga stuttligt at endiliga síggja hann. Hann var so fittur.
So havi eg eisini verið og vitja Katrin. Hon má verða tann mest eksotiska av øllum mínum vinfólkum. Hon var so myrkabrún, tað var nokso spennandi, so eg vildi bara sleppa at kela hana alla tíðina.

So havi eg eisini verðið og vitjað Bonso

Í dag var eg og vitjaði ommu og Hans abba á Argjum. Tað var ordiliga hugnaligt. Eg fekk at eta har úti, omma kókaði mær ein kjøtbolla. Tað var ordiliga stuttligt at síggja Bonso aftur. Eg bleiv so kløkkur tá hann goyr, men eg blívi ikki bangin longur. Eg hvíni bara eftir honum, so haldi eg at hann verður nógv bangnari enn eg. Eg fekk eina bonso-bamsu frá ommu, hon var í nissuhúgvu. Omma á Argjum hevur soo nógvar jólamenn allastaðni, eg helt at teir stuttligastu vóru teir sum lýsti og sungu.
Omma átti eisini eg so stuttligt leikutoy, tað tað var næstan sum knappaborði hjá babba, men ikki heilt.

Nýggjar gamlar myndir

Nú hevur Jón gubbi verði so fittur at lagt nakrar myndir upp frá dópinum, tað hevur mamma ikki duga. So um tit vilja síggja tær, so liggja tær í albumminum, sum eitur Herbert 0-½ ár

16 December 2008

So eri eg komin heim at halda jól

í gjárkvøldi seint kom eg til Havnar. Túrurin var akkurát sum í summar, fyrst ferð man út á flogvøllin í góðari tíð. So bíðar man har í eini 5-6 tímar, so flýgir man til Føroyar, so til eitt annað land og lendir har. Okkurt man hava gingið galið hjá Atlantic, tí tey gloymda at man eigur at sova í hinum landinum, ogv it finguð bara bensin og so aftur til Føroyar og lendi so endiliga seint í gjár. Eg náddi akkurát til Havnar og so slapp eg beint í song. Puha tað er strævið at ferðast til Føroyar.

14 December 2008

Herbert dugir at standa framvið/uppímóti:)

Mamma hevur lagt eitt video upp har eg dugi at standa:)


3. sunnudagur í advent

Hetta vikuskiftið hevur verið ordiliga hugnaligt. Fríggjadagin vóru vit øll og svumu, babba var við. Tað nýggja øvilsi hesu ferð var at eg skuldi standa á lógvanum hjá mammu ella babba heilt einasamallur í vatninum og balansera, so hjálpti tey til við at flyta hondina við mær. Eg dugdi ordiliga væl. Aftaná svimjing koyrdi babba mammu av inni í býnum og so fóru vit at møtast við øllum hinum børnunum. Vit fóru øll at eta í Illum, tað var so ymiskt sum hugurin var til. Mamma, Eva og Fríða fingið ein brunch borðisk, Hallgerð ein clubsandwich, eg vildi hava hirsegreyt við peru og banansmakk, Kristian Martin og Gabriel fingu boppu og Rannvá fløsku. Øll vóru væl nøgd og mett og væl sett. Vit trillaðu ein túr aftaná og øll undir 1 ár fingu sær ein slang.

Leygardagin vóru vit til jólahugna her á Kagså, tað var bara fyri føringar. Øll tóku onkran mat við og so var sungi og spælt. Tað var stak hugnaligt og eg var heilt hopla. Bleiv eitt sindir í ørviti av at verða lagdur at sova har uppi, so eg vaknaði aftur klokkan 21 og vildi sleppa at spæla.
Annars havi eg verið so sera raskur at eta í seinastini. Í morgun fekk eg havragreyt fyri 1. ferð. Eg dámdi hann heilt væl. Eg eri eisini blivin raskari at sova. Í nátt svav eg frá klokkan ca. 1 til 9.15 í morgun, tað skal líka viðmerkjast at eg var nakað móður, tí eg hevði grátið frá klokkan 12 til eg sovnaði:) Mamma hevur funnið útav at um sleppi at sova saman við mínum áarrossið, sum eitur Strípus, so sovi eg nógv betri.

Í morgin fara vit til Føroyar, eg gleði meg so nógv at síggja ommu og abba í Grønlandi, abba á Íslandsvegnum, ommu og Hans abba á Argjum og ikki minst langommu. Nú er veturin komin, so eg má heldur taka vetrarklæðini við upp, mamma og babba lótu meg í eina kavadrakt nú ein dagin... sá eitt sindur í sum ein bamsa.

08 December 2008

360 gradir

Fyri løtu sidan rulladi eg 540 gradir, og so gav eg mammu eitt stort smil.

07 December 2008

Feðgar

Helt hesar myndirnar vóru so fittar av feðgunum.

Eg eri byrjaður at eta

Ja, so kom tann dagurin har eg ikki bara sleppi at liggja og hygga mær við boppuni longur. Tað er ólukksáligt haldi eg, eg tími slett ikki at eta greyt og grønmetismos. Nógv heldur fáa boppu. Tað skal sigast at tað gongur betur og betur, men eg eti enn ikki eina heila portión. Tað besta man nokk verða fruktmos, men tað er faktiskt omaná. Eg svansi nokso illa, so mamma stúrir fyri hvørja ferð eg skal eta har onnur fólk síggja.






Aftur sjúkur

So var eg aftur sjúkur. Bleiv ordiliga grenjutur í gjárkvøldið, men mamma og babba hugsaðu ikki meira um tað. So vildi eg slett ikki sovai nátt, so skjótt sum eg lá einsamallur í songini, so vaknaði eg. Mamma og babba svóvu ikki nógv. Mitt í nátt fór babba upp við mær og so hevði næstan 39 gradir febur. Tað endaði við at eg svav millum mammu og babba, og boppan var ongantíð meir enn 10 cm vekk.
Eg havi eisini verið ordiliga touchy touchy í dag. Eg eri blivin borðin í næstan allan dag og ikki farin úr náttklæðunum enn. Men feburin er blivin minnið í kvøld, so vónandi er tað vekk í morgin.

Vitja Evu og Gabriel

Eg og mamma vóru ein dagin og vitjaðu Gabriel og Evu. Eva hevði gjørt brunch til mammu, og aftaná fóru vit øll út í Fields at shoppa.

Sólrun mostir 40 ár

Eg havi verið í mínum 1. balli. Tað gekk fínt, var við til tað mesta av borðhaldinum, legði meg so at lulla klokkan ca. 21 og svav til vit fóru heim klokkan 2. Mamma og babba gingu bara og passaðu uppá ein babyalarm alt kvøldi. Eg var ordiliga uppstásaður.
Dagin eftir kom Inga Rósa ommudidd at vitja okkum, tað var ordiliga hugnaligt. Vit fóru at trilla ein langan túr.



Mammubólk x 3

Eftirsum tað er so langt síðan seinast, so slái eg bara okkurt saman:)
Eg havi verið tríggjar ferð í mammubólk, 2 ferð við mínum føroysku vinfólkum og 1 ferð við teimum donsku.
Eg eri nógv raskast at venda mær, faktisk dugir eingin ordiliga at venda sær enn og vendi mær sum ein prestur. Dugi ikki at koma aftur á ryggin enn, tað er nokso troyttandi og verið eg ordiliga hidsigur.










Løkke Rasmussen til døgurða

1. sunnudag í advent komu Sólrun mostir, Lisa gumma, Bergur, Símun og Lars til døgurða. Mamma hevði gjørt italienskt inspireraða fleskasteik og hunangsglaseraði eplir til tey. Omaná var lagkaka tí babba hevði akkurát havt føðingardag.
Tað var ordiliga deiligt at hava tey á vitjan. Gumma tímdi ordiliga væl at bera meg og Símun stóð næstan á høvdinum fyri at undirhalda meg.