MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

05 June 2008

Raski

So eri sloppin heilt leysur. Nú eitur tað "fuld amning". Eg havi ikki fingið sondu síðan í gjárkvøldið um sjey tíðuna.
Eg hevði tikið 21 gramm uppá síðan í gjár, so tað sær út sum eg klári at eta nokk sjálvur. Nú verður spennandi um eg eisini havi tikið uppá í morgin. Barnalæknin var her í morgun. Hon tjekkaði meg frá topp til tá, og segði um eg havi tikið uppá í morgin, so sleppi eg heim. So mamma ger sítt besta fyri at fylla í meg.
Tit síggja hvussu ivrigir eg eri eftir boppu, háli í blusuna hjá mammu.
Aftaná eg havi etið er tað so deiligt at leggja meg saman við babba. Sum tit síggja havi eg onga sondu.

No comments:

Post a Comment