MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

02 June 2008

Læknavitjan

Í dag var læknin og vitjaði meg. Tað var tí at mamma og babba hildur at fóturin hjá mær var eitt sindur skeivur. Eg haldi tað er nógv stuttligast at venda honum inneftir. Tað helt læknin eisini, so hon fer at biðja ein fysioterapaut koma at vitja meg eisini. Kanska skal eg í ein skinnara. Tey halda tað er bara tí at eg havi ligið so væl inni í búkinum hjá mammu, so fóturin hevur verið eitt sindur kroystur.
Annars gongur alt gott, øll eru so imponera at eg longu dugi at súgva eitt sindur, man eigur ikki at duga tað fyrr enn man er 37 vikur.

Sum tit síggja, so eri eg ein lítil kúllur, eg skal nokk eta meg stóran og sterkan.

No comments:

Post a Comment