MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

12 April 2011

5 vikur kanning

Í gjár var eg til 5 vikur kanning. Alt er fínt, eg eri ein stjørna. Eg vigaði 4,45 kg, tvs. at eg havi tikið 590 gramm uppá uppá 2 vikur, 1510 gramm síðan eg bleiv fødd. Eg eri nú 54 cm long. Eg eri voksin 5 cm síðan eg sá dagsins ljós.

Nú havi eg eisini fleiri høkur og mamma má syrgja fyri at turka væl millum allar dellurnar á lørinum.

Tað einasta læknin hevði at siga var, at eg havi eitt stórt nalvabrokk, men tað plagar at laga seg áðrenn man verður eitt ár, so vit síggja tað bara an.

Mostrar og musical

Í vikuskiftinum hevur Bía mostirgumma verið og vitja okkum. Hon svav í kamarinum hjá Herbert, undir hansara song. Tað helt hann var alletiders. Hon kom fríggjakvøldið, bara við teimum klæðunum hon hevði á bakinum…. hon var so sein á flogvøllin at hon hevði ikki tíð at kekka kuffertið inn.

Leygardagin hugnaðu vit okkum óført. Vit gingu túr, Herbert spældi á spæliplássinum meðan eg svav í vogninum. Og so tá Herbert fór at sova á middegi fóru vit damur ein túr á Strøge. Fingu okkum frokost á café Zirup og kaffi í Illum. Deiligt veður.

Sunnudagin fóru vit til frokost hjá Sólrun mostir. Aftaná frokost koyrdu vit til Helsinge, har var Lisa við í einum musical, Grease. Mamma helt tað var ordiliga gott, so stuttligt at síggja hvussu væl tey ungu dugdu. Eg helt tað larmaði nokso illa, mamma royndi at halda dýnuna fyri oyrini, so eg ikki skuldi blíva alt for kløkk. Herbert tímdi slett ikki, so hann og babba spældi uttanfyri næstan alla tíðina.

Bía vitjar 020

Bía vitjar 026

Bía vitjar 027

Bía vitjar 033

Bía vitjar 035

Bía vitjar 039

Bía vitjar 043

Bía vitjar 045

Bía vitjar 050

Bía vitjar 053

Bía vitjar 061

03 April 2011

Krabbin eftir botni ferð

Eg eri ikki kendir fyri mínar sanggávur. Men nú eri eg so smátt byrjaður at duga at syngja.

Her syngi eg hendan fitta sangin

Krabbin eftir botni ferð
Dettur um eitt igulker
Meiðir seg í beini
Akkurát sum Heini

Kaka!!

Mamma sigur, at hon fer at royna eitt nýtt hobby. At baka kakur. Í gjár royndi hon so fyri fyrstu ferð at gera eina lagkaku og leggja fondant omaná.

Babba heldur, at fondant er nakað forferdiligt svans, sum smakkar illa. Mamma heldur, at man kann bara takað tað av, tí tað er nakað søtt. Eg, harafturímóti, haldi tað er so mega lekkurt. Eg át fondantið omanav kakuni og so forlangaði eg at fáa tað, sum mamma hevðu skavað av.

Eg segði bums nei at eta við skeið, eg vildi eta kaku við hondini.

herbert sjukur 011

herbert sjukur 016

Líka sum eg segði bums nei at eta við skeið, so forlangaði eg at sleppa í song við sólbrillum. Bara tí man skal sova, merkir tað ikki at man ikki kan verða cool.

herbert sjukur 018

herbert sjukur 017

Langir dagar

Nú havi eg verið heima í 10 dagar, tað er onkutíð deiligt at verða heima hjá mammu og babba, men nú verður stuttligt at koma aftur í vøggustovu.

Eg havi verið feburfríur síðan mikudagin, men hósdagin hovnaði alt andlitið hjá mær, so eg slapp ikki í vøggustovu fríggjadagin. Mamma var við mær hjá tveimum læknum… og teir ringdu til ein triðja, eingin visti hví eg sá út sum eg gjørdi. Til alla lukku, so er tað næstan heilt gott nú. Bæði í nátt og síðstu nátt havi eg pissa so nógv, at lakið og topmadrassan mátti til vask, sjálvt um eg var í blæðu. Mamma heldur tað er tí, at eg royni at sleppa mær av við alla tað eyka vætu eg havi havt í kroppinum.

Her eri nakrar myndir, men tað sá verri út IRL (in real life:)herbert sjukur 001

herbert sjukur 002

Eg og babba hugna okkum við teknifilmi áðrenn eg skal í song.

herbert sjukur 006

herbert sjukur 010