MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

11 June 2008

Home alone

Nú er tað 2. dagur har eg og mamm eru einsamøll heima. Tað gongur bara heilt ok haldi eg. Eg dugi so væl at sova um dagin. Tað er verri um náttina. Mamma og babba vita ikki síni livandi ráð, eg bara gráti og vil hava boppu. Vónandi verður tað betur um ikki so leingi.
Í dag vóru vit niðri á Herlev hospital, og har bleiv eg vigaður. Nú vigi eg 2334 gramm, tað er næstan ½ kg meir enn tá eg bleiv føddur og 180 gramm meira enn tá eg slapp heim frá hospitalinum. Jarðarmóðirin segði at mamma mátti hava róma í boppuni.
Nú verður spennandi at síggja hvat eg vigið í næstu viku:)

No comments:

Post a Comment