MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

25 September 2008

Mammubólk

Mamma og nakrar aðrar konir hava funnið útav at hava mammubólk. Tað eru 6 børn og eg eri eldst (og størst).
Síðst vóru vit hjá trímenniginum hjá mær Evu og vinmanninum Gabriel. Tað var bara heilt skeg. Bara ikki akkurát tá mammunar vildi taka mynd.
Har vóru eg føddur 23/5, so var ein sum eitur Kristian Martin føddur 6/6, og Diddan hjá gummu fødd 13/7 og so Gabriel, føddur 19/8. Har manglaðu tvey børn, vónandi koma tey næstu ferð.
Næstu ferð verður tað úti hjá okkum, eg gleði meg at vísa øllum børnunum mítt leikitoy.

23 September 2008

Vigast og mátast

Nú var hon aftur her, handan heilsusysturin. Hon dugdi øgiliga væl at snakka við meg, men so vildi hon hava meg upp at flúgva. Tað helt eg absalutt ikki var stuttligt. So eg skar úti at gráta.
Eg var 66,5 cm langur og vigaði 6,5 kg. Ikki so galið.



22 September 2008

Turið ommudidd vitjar

Meðan omma og abbi vóru her, so kom Turið ommudidd eisini. Hon var her við dansifelagnum og skuldi dansa á Ráðhúsplássinum. Vit vóru sjálvandi og hugdi, og mamma og omma fóru uppí. Aftaná kom hon út til okkum at eta døgurða.

Omma og abbi í Grønlandi vitja

So komu omma og abbi at vitja. Tað var so deiligt. Abbi hann sigur ikki so nógv, men hann dugir væl at syngja... prøva og hygg at videonum.
Vit gjørdu alt møguligt meðan tey vóru her. Vit vóru m.a. á arbeiðaramuseum. Har var ein framsýning um teir, sum gjørdu ovnarnar til týningarlegurnar undir 2. verðaldarbardaga.
Eg prøvaði eisini fyri fyrstu ferð at fáa fløsku við mammusa mjólk, tað var tí at mamma og omma skuldu til sjónleik. Tað gekk bara heilt ok segði babba.
Eg fekk eisini eina gávu frá ommu og abba, eg fekk eina rimasong. Beint nú stendur hon í stovuni, eg liggi ofta í har um dagin og spæli.



Her er eitt video har abbi syngur og omma vaggar fyri mær.


17 September 2008

Mammutreff

Í gjár vóru eg og mamma úti í FIelds. Vit skuldi til brunch saman við Siggu, Fríðu, Arndis gummu og diddunum hjá teimum. Fyrst ótu tey vaksnu, og so fingu vit øll mjólk. Tað var ordiliga hugnaligt.

13 September 2008

Herbert og Gabriel vóru tveir....

Í dag havi eg verið og vitja Gabriel, so funnu vit báðir útav at vit vildu í Ikea. Mamma mín og mamma Gabriel sluppu við. Tað var ordiliga stuttligt at vitja Gabriel. Hann er so fittur. Eg rokni við, at vit fara at spæla nakað væl saman.
Í Ikea fekk Gabriel ordiliga nógv ting, hann fekk song og alt møguligt, men tað eigi eg longu. Vit fingu báður harafturímóti eitt stórt áarross í part.
Eg havi eisini verið og svomið í morgun. Í dag fór eg undir fyri fyrstu ferð. Mamma segði "eitt, tvey, trý KAVA" og so koyrdi hon meg undir vatnið. Tað var ordiliga skeg. Eg svølgdi eitt sindir av vatni, men tað bilar einki.

11 September 2008

Endiliga

Nú hevur mamma endiliga havt tíð at seta seg eitt sindir við telduna og uppdatera tað heila.
Hon hevur lagt fleiri video upp og nógvar myndir.
Hyggi nú:)






Herbert heldur høvdinum

Herbert og babba syngja

Herbert spælir


07 September 2008

Tann stóri navnadagurin

Eg vildi bara skriva eina heilsan og siga tillukku vid navninum til, vinmenninir hja maer, Kára og Gabriel. Teir báðir eru blivnir doyptir i dag



Stuttligt at vitja mostirgummu

Nu hava vit skjott verid leingi her i Belgia hja mostirgummu. Vit hava eisini gjort nogv. Vit hava verid og bowla, spalt minigolf, mostirgumma hevur spalt tenniskapping. Eg, mamma og mostirgumma hava eisini verid til eina spennandi framsyning.
Medan vit hava verid her i Belgia hava eg lart bara at eta 6 ferd um dagin, istadin fyri 8. So nu plagi eg at eta klokkan 21, so sova til uml klokkan 4 og so eta aftur og so sova eini tveir-triggjar tiar afturat. So um dagin kunna tad sagtans ganga eini 4 timar millum maltidirnar.
Eg dugi eisini ordilga val at smila, men eg dugi enn ikki at flenna vid ljodid. Tad man fara at koma nakad skjott, ti eg dugi at snakka eitt sindir. Og ta mamma og babba syngja fyri mar, so plagi eg at syngja vid... uuuu uuuu uuuu. Eg dugi ordiliga val Dukka min er bla.
Eg dugi eisini ordiliga val at hyggja at leikum. Um man hangur okkurt yvir har eg liggi, so liggi eg og hyggi ordliga leingi. Onkutid snakki eg eisini vid leikurnar.
Annars er tad ordiliga skeg at verda i Belgia. Oll eru ordiliga gd vid meg.
Mamma fer at royna at leggja fleiri myndir ut, men tad er so ringt ta mostirgumma bara hevur Mac teldu




05 September 2008

Heilsan ur Belgia

Nu eru vit oll i Belgia. Eg og mamma eru og vitja Biu mostir/gummi og Micel gubba. Babba var lika og svav hja okkum i natt, men nu eru hann, Rogvi og Arthur gubbi farnir at hyggja eftir Formula 1. Nogv fyri at eg ikke sleppi vid. Eg vil eisini siggja bilar sum koyra ordiliga skjott, eg hevdi eina formula 1 bil ballon a olavsok, men tad er ikki tad sama.
Muss og klemm