MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

15 February 2009

Valentines day

Í gjár var Valentinara dagur, tað legði eg nú ikki so nógv merki til, helt at tað var ein ganska vanligur leygardagur. Mamma var í býnum og keypti inn, og tá hon kom aftur hevði hon keypt mær eitt puslispæl. Eg haldi tað er sooo stuttligt. Havi spælt við tað allatíðina síðan eg fekk tað. Mamma tók ein eitt video.










Omaná tað spældi eg og babba eisini við bólt í gjár, og so til endans fór eg í bað og so í song. Ein fínur dagur.

12 February 2009

2009 update

Nú er langt síðan seinast. Januar hevur gott nokk verið strævin. Mamma og babba hava havt úr at gera við at passa uppá meg. Eg havi stórt sæð verið sjúkur síðan vit komu inn í 2009. Tað hevur verið so keðiligt, tí eg eri ikki sloppin at svimja ella nakað. Eg havi havt ca. eina viku har eg havi verið frískur, men nú eri eg sjúkur aftur, veddi uppá tað er babba sum hevur smittað meg. Í kvøld hevði eg 40,8 í febur. Eg eri eitt sindir slakkur í dag.


Vit vóru aftur og svumu fríggjadagin, og tá eg kom inn í høllina og lugtaði klori, hoyrdi ljóðini og sá vatnið… tá bleiv eg heilt elektriskur. Eg sparkaði, flenti og rópti. Tað er so stuttligt at svimja. Nú eri eg liðugur við Babysvøm og Miniplask, nú gangi eg á Søhesten. Eg dugi næstan at hanga á kantinum sjálvur, mamma sleppur mær, men er beint har um eg missi. So dugi eg eisini at fara undir sjálvur. Eg siti á kantinum og so leni eg meg fram, eg veit væl hvat eg geri, tí eg blundi og haldi ondini beint áðrenn eg raki vatnið. So havi eg eisini fingið diplom fyri tey holdini eg eri liðugur við.

Ein onnur stórhending í 2009, ella rættari sagt fýri, er at eg havi fingið tenn, allar framtenninar eru komnar undan. Nú er ikki lukkuligt at stinga fingurin í munnin á mær, eg býti fast. Eg havi tíðverri eisini merkt mína styrki uppá egnan kropp, kom til at býta meg sjálvan í fingurin og eg fór at gráta. Men tað er ordiliga smart við tonnum, tá man etur.
Eg eri byrjaður at eta nokso nógv. Mamma roynir at lata verða við at geva mær boppu um dagin, men eg eri ikki heilt við uppá tað, geri dundrandi vrøvl tá eg ikki fái mína seinnapartsboppu. Mamma er í dýrastu neyð, og babba ger tað ikki lættari hjá henni, hann heldur tað er so synd í mær og hon skal bara geva mær boppu… gott onkur heldur við mær. Men mær dámar eisini at eta, eg eti næstan tað sama sum mamma og babba nú. Mamma hevur lagt ein film upp har eg eti.



Eg dugi enn ikki at grulva, eg geri mítt besta, men enn rulli eg meg bara fram. Tað riggar eisini. Eg eri ein verri bandit. Eri eftir øllum, mamma og babba máa fara at babysikra alla íbúðina skjótt, eg eri eftir leidningum og vasum… faktisk øllum sum eg kann fáa fatur á. Tað verður ikki minnið stuttligt tá eg havi lært meg at grulva, mamma hevur lagt ein film upp av mær har eg geri mítt besta.


Vit hava havt ogvar gestir í januar. Michel gubbi hevur verið ein túr framvið, tað var ordiliga hugnaligt. So komu Sólrun mostir, Lisa gumma, Símun og Bergur eisini ein túr. Michel gubbi hevði eina motorsúkklu við til mín, eg dugi ikki at brúka hana einsamallur enn, men eg gleði meg :)

Omma og Hans abbi hava eisini verið her og vitja okkum. Tað er altíð stuttligt tá tey eru her. Men eg var ikki heilt hopla meðan tey vóru her. Hostaði so illa. Til endans fór mamma til lækna við mær og eg fekk astma medisin. Tað hjálpti.

So hevur mamma eisini hildi 26 ára føðingardag. Her vóru 40 fólk… mamma er slett ikki í ordan. Gott at eg svav fyri tað mesta, tí tað hevði slett ikki verið pláss fyri mær inni eisini.

Vit hava eisini verið runt umkring. Vit hava sjálvandi verið til okkara vanligu mammubólkar. Men so hava vit eisini verið heilt yviri í Jyllandi. Mamma skuldi verða gumma hjá Búa, so vi fóru at vitja Sølva, Kitty, Brand og Búa. Olna og Brian vóru eisini har. Tað var ordiliga hugnaligt, men sjálvur túrurin yvir har og aftur var einki serligt, havi ongantíð koyrt so leingi bil fyrr.

Sovingin hjá mær er so sum so. Mamma og babba havi gjørt kamarið hjá mær liðugt, so nú sovi eg har inni, men eg havi verið so sjúkur, at tey fleiri nætir hava antin borið songini inn aftur í teirra kamar, ella simpulten havt meg ímillum seg. Nú vóna tey at eg skjótt sova alla náttina, tí tað er við at blíva eitt sindir stuttligt tað heila.


Hatta haldi eg er nøkulunda tað, sum er hent síðan seinast. Hoyrast.
Eitt lítið video her eg reiggi, eg elski at reiggja, og eitt har eg bandittist.