MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

26 December 2009

2. og 3. dag

2. dag fóru vit øll inn í Tivoli. Tað var stuttligt, eg slapp at royna karusellina. Meiningin var so at vit øll skuldi eta okkurt lekkurt inni í Tivoli, men handicap forholdini eri undir allan kritik, so abbi slapp ikki inn nakra staðni. Tað endaði við at vit fingu okkum ein lekran jóla BigMac. Aftaná fóru vit út aftur á Marienborg til ein drekkamunn.

3. dag um morgunini fóru mostirgumma og tey aftur til Belgia. Tað var keðiligt. Vit onnur fóru enn einaferð út á Marienborg til jólafrokost. Har var alt gott at eta.

Jólini 2009 099 Mammusa myndir 292 Mammusa myndir 295 Mammusa myndir 299 Mammusa myndir 303 Mammusa myndir 311

25 December 2009

1. dag

1. dag fóru vit øll inn á Amalienborg at hyggja eftir Bergi ansa eftir drotningini. Tað oysti niður og vit vóru øll so ísakøld, men tað var so stuttligt at síggja hann standa har í uniformi. Tað var ordiliga deiligt at koma heim í bað saman við Madeleine og so spæla eitt sindur.
Mammusa myndir 200Mammusa myndir 201Mammusa myndir 208Mammusa myndir 210Jólini 2009 091

24 December 2009

Jólaaftan á Marienborg

Jólaaftan hildu vit saman við Sólrun mostir og teimum, mostirgummu og teimum, ommu og abba og so eisini familjuni hjá Lars.
Vit ótu 7 dunnur og so fleskasteik omaná, og so ris a la mande til omaná aftur tað. Vit dansaðu jólatræ og so vóru tað pakkarnir, har vóru sooo nógvir pakkar.
Bella og Beauty vóru eisini har, tær vóru stuttligar at spæla við.Mammusa myndir 127

Jólini 2009 056Jólini 2009 059 Jólini 2009 067Jólini 2009 069Jólini 2009 087Jólini 2009 075

Skreiða jólaaftan

Jólaaftan var kavi. Louis og Emil fingu hvør sína sledu í jólagávu, teir pakkaðu upp um morgunin og so fóru vit øll út at skreiða her á Kagså.

Mammusa myndir 104Jólini 2009 038Jólini 2009 041Jólini 2009 043Mammusa myndir 094Mammusa myndir 110Jólini 2009 047

23 December 2009

Mosturgumma og tey komu

Beint fyri jól komu mostirgumma og tey. Tað var so stuttligt at fáa tey á vitjan. Allarstuttligast var at spæla við børnini. Vit hungaðu okkum ordiliga.

Jólini 2009 020Jólini 2009 021Jólini 2009 024Jólini 2009 025Jólini 2009 026Jólini 2009 033

22 December 2009

Omma, abbi og ommudidd komin

Ommu og abbi komu til Danmarkar nakrar dagar fyri jól. Ommudidd kom eisini. Hon skuldi til USA at halda jól við Leyvoy og teimum. Um kvøldið kom Sólrun mostir við øllum sínum til døgurða. Mamma gjørdi fleskasteik. Eg helt ikki tað gekk nóg skjótt við at steikja, so eg skrúvaði heilt uppá 275 gr við grill. So bleiv svørurin nokso svartur, men tað smakkaði væl allíkavæl.

Mammusa myndir 007Mammusa myndir 027Mammusa myndir 039

17 December 2009

Kavi!!!

Í gjár fóru vit trý í Toys’R’Us at keypa eina sledu… og í morgun var sooo nógvur kavi. Faktisk so nógvur at mamma ikki fór í skúla, men bara má lesa heima.

Men tá eg skuldi í vøggustovu, so tók mamma selduna fram og so sledaði vit yvir í vøggustovuna. Tað var sooo skeg.

Kavi 004Kavi 003

13 December 2009

Babba sjúkur

Nú hevur babba verið sjúkur í 3 dagar, og mamma hevur eisini verið eitt sindir under the weather, tit kunna ætla hvussu stuttligt eg havi havt tað, tá eingin av teimum orkaði at spæla við meg. Endiligai dag var mamma frísk aftur og fór í Capella play við mær, so babba kundi fáa sær ein slang. Eva og Gabriel komu eisini. Vit hyggaðu okkum í kúlibaðnum.

13347_200147769938_727764938_2958888_4918158_n

07 December 2009

Herbert elskar blóðmør

Tá babbaba og abbi vóru og vitjaði okkum høvdu teir eina tasku av mati við frá ommu á Argjum. Har ímillum blóðmør, tað finguð vit í kvøld… tað smakkar sooo væl.

06 December 2009

Jólatrøð

Í síðstu viku vóru vit úti hjá Gabriel og teimum og finguð døgurða. So klokkan 17 fóru vit útum og so tendraði jólatræðið. Vit finguð eisini holukøkur. Tað var ordiliga hugnaligt.

Novembur 050Novembur 049 Novembur 056Nú sunnudagin vóru vit so aftur til jólatræð. Hesu ferð í Føroyahúsinum. Har vóru eisini holukøkur, mammu dámar einki at eg eti so nógv søtt. Men tað sum verri var, tað er at í Føroyahúsinum var eisni eitt trøll…. tað var í reyðum klæðum og hevði stórt hvítt skegg. Eg skríggjaði tá eg sá tað og vildi bara sleppa vekk.

Novembur 066

02 December 2009

Jólabakstur við mammu

Mamma fekk ein dagin tað hugskotið at vit bæði skuldi bara at baka. Eg tímdi væl, men eg tímdi allarbest bara at eta deiggi, so tað gekk ikki long tíð, áðrenn babba mátti bara fara at spæla við meg á gólvinum og mamma baka liðugt einsamøll.

Novembur 027Novembur 028