MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

04 June 2008

Átufrekur kúllur

Í dag tá mamma og babba vigaði meg spillekokk vigaði eg 2101 gramm, men eg snýtti eitt sindir, tí tey høvdu ikki meir enn latið meg í aftur so kukkaði eg ein stóran kukk, so eg kom heilt vist undir 2100 markið aftur.
Men eg var so raskur at eta í gjár, eg seyg meira hjá mammu enn tey góvu mær í sondina. Og so í dag, tá eg skuldi hava at eta klokkan 11 seyg eg heilar 46 ml... vanliga fylla tey í meg so eg fái 40 ml tilsamans, so eg skuldi slett ikki hava sondu.
Aftaná sjúkrasystrarnar høvdu hugt at øllum tølunum komu tær inn til mammu og søgdu at nú hildu tær at eg kláraði meg so væl at eg skal slett ikki hava sondu um dagin. So um dagin skal mamma bara geva mær, tá eg biðji um boppu. So um náttina skal eg vigast sum tey plaga fyri at vita hvussu nógv eg súgvi.
Mamma og babba eru so stolt. Allar sjúkrasystrarnar halda at eg eri ótrúliga raskur, vanliga duga børn ikki at súgva fyrr enn tey eru 37 vikur, og tað verði eg ikki fyrr enn í ovurmorgin. Tað er eisini hart arbeiði, aftaná er tað so deiligt at liggja hjá babba og slappa av.
Okkurt havi eg arva frá babba, matarlystinum feilar einki. Omma á Argjum sigir altíð at babba bara sat og gapaði og svølgdi.



No comments:

Post a Comment