MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

29 September 2009

Rannvá á vitjan

Týskvøldið var fitta Rannvá og vitjaði okkum. Vit fingu pannukakur og bláber. Aftaná spædi vit í mínum kamari.

27 September 2009

Buldribassin

Eg havi funnið uppá eitt nýtt spæl, eg klatri fyrst upp á sofuna, so upp í vindeyga karmin, so upp á armleni, og so kasti eg meg niður í sofuna. Tað haldi eg er mega skeg. Í kvøld gekk tað so hart fyri seg at eg fór at bløða næsablóð.

Eg havi eisini lært at siga "hej" og havi fingið 4 jakslar.


26 September 2009

Barnakonsert

Í gjár vóru eg, mamma, babba, Ró og Gabriel til konsert. Tað var soo skeg. Eg sat og lurtaði alla tíðina, onkutíð dansaði eg eisini. Einaferð fór eg heilt fram sjálvur og setti meg at lurta.




20 September 2009

Picnic í Fælledparkini

Vinkonan hjá mær Ró og eg fóru picnic síðsta sunnudag. Tað var so deiligt. Mamma hevði gjørt brunch og pakka alt niður saman við teppum, spælihúsi og spælikúlum. Tað var so hugnaligt.

13 September 2009

Dyrehaven

Ein annan dagin fóru eg, mamma, babba, Ró og tey og Rannvá og tey í Dyrehaven. Har var eitt spælipláss man kundi spæla á, mær dámdi serliga væl spælihúsið. Vit finguð okkum eisini ein bita. Aftaná gingu vit túr, og so sóu vit nøkur ordiliga flott djór. Eg vildi bara sleppa ganga beint yvir at kela teimum, men so tók babba meg upp á herðarnar.




11 September 2009

Vaske vaske

Eitt kvøldi aftaná eg hevði verið á bað og busta tenn sá eg at babba var farin at dustsúgva, tað sá so stuttligt út at har mátti eg upp í leikin. Eg slapp eisini at prøva at vaska gólv. Til síðst fekk mamma ein góða nátt muss.







05 September 2009

Føringar á Kagså

Ein góðan summardag møttist allir føringarnir her á Kagså. Øll grillaðu. Eg hevði eina dós av frukt við sum mamma hevði skorið. Eg elski frugt, men eg lat eisini Sidsel fáa burturav, hon er akkurát byrja í mínari vøggustovu. Eg helt tað var allarmest spennandi at verða saman við øllum monnunum, men babba bleiv við at koyra meg vekk, okkurt við at har var ein heit grill.