MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

13 November 2008

Eg eri sjúkur

Nú er tað 3. dagurin har eg og mamma eru heima. Týsdagin var eg eitt sindir grenjutur, mikudagin enn og verri men mikunáttin var nokk verst... eg hevði febur og goyði sum ein hundur. Læknin segði tað var falsk strubehoste. Í gjárkvøldi vildi eg slett ikki hava mjólk frá mammu, fekk so ilt tá eg svølgdi. Babba gekk við mær til eg sovnaði. Eg eri enn hásur, men eg havi tað nógv betri.

08 November 2008

EG DUGI AT VENDA MÆR!!!!!

Hósmorgun, tann 30. okt 2008, eg var 5 mánaðir og 6 dagar, tá vendi eg mær fyri fyrtsu ferð. Mamma fór uppá loftið meðan eg lá á gólvinum, so hugsaði eg, eg geri tað nú, meðan eingin sær:) Tá mamma kom aftur lá eg á búkinum.

Døgurða hjá ommu á Argjum

Tveir dagar áðrenn eg skuldi aftur til Danmarkar fóru eg og mamma til døgurða hjá ommu á Argjum. Har vóru nógv fólk, har var Jón gubbi og Álvhild, Brandur pápabeiggi, omma og Hans abbi og so sjálvandi Bonso.
Omma hevði gjørt lekrar bollar í karry.... við tjúkkari sós. Tað var ordiliga hugnaligt, eg spældi við Brand pápabeiggja og tá tey flestu vóru farin legði eg meg bara at sova á borðinum. Tað er eisini eitt video har eg spæli við pápabeiggja.






Abbi vitjar

Leygardagin kom abbi at vitja. Tað var ordiliga stuttligt. Sá hann bara einaferð meðan eg var í Føroyum tí hann skuldi skunda sær til Danmarkar við Smyrli. So var tað gott hann kundi koma at vitja okkum her. Vit bara hugnaði okkum. Sunnudagin fóru vit til brunch og so í djóragarðin. Har havi eg ongantíð verið fyrr, tað verður nokk stuttligari tá eg verið eldri.
Abbi spældi eisini ordiliga nógv við meg, eg elski at hoppa. Mamma hevur lagt eitt video upp.






Svimjing

Í gjár svumu mamma og babba við mær. Tað var fyrstu ferð eg var á holdinum Miniplask. Eg havi annars gingið til babysvimjing. Vit lærdu nøkur nýggj ting, m.a. at kava frá kantinum og so svimja aftur til kantin. Mamma og babba høvdu lænt ein vatnfastan húsa til kameraði, so tey kundi taka myndir og video í hylinum. Mamma hevur lagt ein film upp sum hon sjálv hevur gjørt.











So fóru vit aftur til babba

31. oktobur fóru vit aftur til Danmarkar. Vit skuldu ferðast við gummu og Ró, so tað var slett ikki so galið. Vit skikkaðu okkum eksemplarist á veg niður, svóvu bæði næstan allan vegin.

So komu vit út, og har stóð babba og pápi Ró og bíðaðu. Tað var ordiliga deiligt at síggja teir aftur. So fingið vit okkum ein sopa, og so heim til Kagså.

Mammubólk og lækna

Mánadagin komu ein rúgva av børnum her. Tað var tí at mamma helt mammubólk. Tað var fínasta slag, men haldi mamma kundi havt tima tað betur. Um morgunin vóru vit hjá læknanum og eg skuldi vaccinerast. Fekk eina stóra sproytu í hvørt lærið, og ætlar mamma at eg skal verða vertur bara ein tíma aftaná. Eg orkaði bara hava gestir eina løtu, so søgdu hinar mammunar at nú fóru tær at sleppa sær, so vit kundi fáa fri. Eg sovnaði ikki fyrr enn klokkan 5 um náttina, tá var mamma gott nokk troytt, ikki tí, babba fekk heldur ikki nógvan svøvn, og hann skuldi til arbeiðis.... ups.