MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

23 October 2011

Herbert 3 ár

Herbert hevði ein deiligan føðingardag við nógvum gestum og gávum. Mamma hevði gjørt ikki minni enn tvær Cars kakur. Tað var deiligt veður og vit svumu í garðinum.

Føðingardag 057

Gumma og omma komnar

Føðingardag 062Føðingardag 064Føðingardag 079

Cars kaka 1

Føðingardag 078

Cars kaka 2

Føðingardag 082

Gumma og Rò komnar, Ró hjálpir at pakka upp

Føðingardag 085

Fingið bana frá Brandur babbaba og abba

Føðingardag 088Føðingardag 091Føðingardag 094

Svimja

Føðingardag 106

Pizza til gestirnar sum ikke fóru heima

Føðingardag 111Føðingardag 121

1. føðingardagsdag…. so skuldi spælast við gávunar

Føðingardag 127

Hesi høvdini fekk Herbert við í barnagarð at geva hinum børnunum

Fortællefestival

Mitt í juni kom omma til DK. Hon skuldi siga eina søgu á fortællefestivalinumi Lejre. Vit fóru ein dag at vitja, tað var ein hugnaligur dagur.

Fortællefestival 110Fortællefestival 112Fortællefestival 116Fortællefestival 127Fortællefestival 129

Lítlar diddir

Her er ein fitt mynd av Herbert og Ró við teirra lítlusystrum

Bonbonland 116

Summarhugni á Kagså

Ein summardag møttist vit við hinum føringunum á Kagså, so var skipað fyri spølum og hugna. Vit grillaðu ótu saman aftaná.

Bonbonland 038

Vatnkríggj

Bonbonland 040Bonbonland 042Bonbonland 049Bonbonland 045

Lissikapping

Bonbonland 051

Og so tey vaksnu

Bonbonland 061

Bonbonland

Vit vóru so heppin at fáa nøkur atgongumerkir til Bon Bon land, so har fóru vit 4 ein túr síðst í juni. Herbert bleiv málaður í andlitinum, har var eingin vegur rundanum… tað skuldi verða ein summarfuglur, líka mikið hvussu nógv babba royndi at fáa Herbert at blíva málaður sum tikari ella slanga. Góður dagur

Bonbonland 067Bonbonland 070Bonbonland 085Bonbonland 087Bonbonland 092

10 July 2011

Frankaríki

So er okkara feria í Frankaríki næstan liðug. Vit fara til Danmarkar í morgin  og so víðari til Føroyar fríggjadagin. Her hevur verið so deiligt.

Mamma ger nøkur innlegg um okkara feriu her. Um tit trýsta á kortið so síggja til forkláringar um hvat nálirnar merkja.

Map picture

Sunnudagur – slappa av í Oyes

Í dag foru Bía mostir, Michel gubbi, omma, Louis og Emil til ein loppumarkna. Madeleini fór at spæla við eina vinkonu. Vit eru nokso móð av at koyra, so vit hildu okkum bara heima í dag.

Frankaríki 438

Frankaríki 460

Tað fór knappliga at regna so illa. Eg og babba fóru út at spæla í regninum… tað var stuttligt.

Frankaríki 469

Frankaríki 467

Frankaríki 468

Frankaríki 478

Frankaríki 480

Frankaríki 487

09 July 2011

Leygardagur–súkklutúr

Í dag fóru eg, mamma, babba og Emil ein súkklutúr. Eg sat attanfyri hjá babba. Mamma stegðaði á eina løtu at taka myndir av okkum og landslagnum. Her er so pent.

Frankaríki 408

Frankaríki 421

Frankaríki 412

Frankaríki 414

Frankaríki 415

Hugni í nýinnkeyptu útisofuni.

Frankaríki 423

08 July 2011

Fríggjadagur – París

Í dag fóru vit øll ein biltúr til París. Vit fóru um 10 tíðina og tað tekur uml 2 tímar til París. Vit børn skikkaðu okkum eksemplariskt allan vegin. Magna svav og Herbert sat so fittur og hugdi gjøgnum vindeyga og prátaði við okkum. Hann sovnaði eisini til endans. Tað sum var minnið heppi við biltúrinum var at ein motorsúkkla krasjaði í okkara leigubil. Her í Frankaríki drøna motorsúkklurnar millum breytirnar um tað er kø. So tá vit stóðu í kø uttan fyri París kom ein stór Yamaha súkkla millum bananar og misti tamarhaldið á súkkluni og datt inn í okkum. Tað sum verri var, var at tá hann fann útav at mamma og babba ikki duga franskt, so drønaði hann bara avstað.

Blinkljósið brotnaåi og bilurin bleiv skøvaðurSad smile So vit brúktu teir fyrstu tímarnar í París uppá at finna eina politistøð so vit kundu melda mannin. Vit høvdu fingð nummarplátuna.

Frankaríki 345

Frankaríki 348

Babba og Eiffel tornið

Frankaríki 350

Mamma, Magna og Eiffeltornið

Frankaríki 353

Á matstovu á Champs-Élysées (Herbert vil ikki uppá mynd og Magna poserar)

Frankaríki 354

Frankaríki 356

Inni í Disney shop…. Cars heaven! Herbet fekk ein fjarstýrdan McQueen

Frankaríki 357

Babba og Magna á Champs-Élysées

Frankaríki 360

Mamma, Herbert og Triumfbogin

Frankaríki 363

Babba, Magna og Herbert MITT á Champs-Élysées.

Frankaríki 365

“NEI!!!” Herbert tímir ikki so væl at fotograferast fyri tíðina.

Frankaríki 368

Vit funnu eitt fitt spælipláss í París, har hugnaði Herbet sær eina løtu.

Frankaríki 372

Frankaríki 373

Frankaríki 388

Frankaríki 369

Vit komu framvið einari flottari karusell. Herbert bleiv heilt elektriskur tá hann sá hana. Hann slapp 4 túrarSmile

Frankaríki 392

Frankaríki 390

Frankaríki 394

Sum tað síðsta keyptu vit eina karikatur tekning av okkum 4.

Frankaríki 397

Ein deiligur dagur í París hóast alt.