MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

13 March 2010

Leygardagur í Føroyum

Í dag havi eg aftur verið og givið dunnunum, eg eri skjót expert. So hava vit eisini verið og vitja langommu ein lítlan svipp. Har fekk eg jødakaku, kleynu og sjokuláta kaku…. mamma sat bara og hugdi við. Eg plagi slett ikki at fáa so nógva kaku, tað var so lekkurt. Mjólk afturvið.

Turið.mars2010 020  Turið.mars2010 018 Turið.mars2010 016

Í Føroyum

Nú eri eg í Føroyum. Eg og mamma fóru ein svipp túr heim í eina lítla viku. Eg og mamma hava verið og givið dunnunum, verið og vitjað ommu og Hans abba á Argjum og verið trillitúr í Havnini.

Í dag var ein lítil beiggi sum eitur Símun og vitjaði meg, ella hann er ikki so lítil. Hann er líka stórur sum eg, men 5 mánaðir yngri.

Vit báðir finguð keks og mjólk frá mammu og so fóru vit at rudda køkin.

 Turið.mars2010 004 Turið.mars2010 006 Turið.mars2010 010Turið.mars2010 008

02 March 2010

Frisør

Í gjár bleiv eg kliptur fyri fyrstu ferð. Eg sat í fanginum hjá mammu og hugsi eftir sjónvarp, meðan hon klipti mær. Haldi sjálvur eg eri eitt sindur sjeikaligur, hygg bara hvussu eg pose fyri kameranum. Herbert kliptur 002 (2) Herbert kliptur 001 (2)