MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

26 June 2008

Oyrini eru í ordan

Í dag var eg til "hørescreening". Har var alt í fínasta ordan, mamma og babba roknaði eisini við at tað fór tað at verða, tí eg hvøkki við, tá eg hoyri okkurt knappligt ljóð og vendi høvdi móti ljóði.
Jarðarmóðurin segði eg var so raskur at liggja stillur. Fyrst testaði hon trummuhindirnar, og eftirsum eg var for tíðliga føddur setti hon eisini nakrar elektrodur á høvdið, eina á pannuna og eina á hvønn kjálka, fyri at testa um heilin reageraði.
Babba tók eina mynd við fartelefonini.

25 June 2008

Nýggj klæðir

Nú eri eg so stórur at eg kann brúka stødd 50, tað er stórur munur í forhold til 38. Mamma heldur tað er so deiligt at í stødd 50 fæst annað enn undir- og náttklæðir. Endiliga sleppur hon at spæla við sína dukku:) Tað er eitt sindir strævið, men eg finni meg í tí. Men rætt hevur hon tá hon sigur eg eri so sjeikaligur í mínum nýggju smekkibuksum, helsji??
Hon hevur eisini lagt eitt nýtt video upp. Eg veit eg leiti sum svakur, men tað geri eg næstan altíð, tá eg eri vakin. Hvussu halda tit eg eri blivin so stórur?? Mamma hevur annars akkurát givið mær at eta.





22 June 2008

Jubii, omma á Argjum er komin

So kom omma á Argjum. Hon hevði nógvar pakkar við, bæði frá sær sjálvum og øðrum fittum fólki heima í Føroyum. Men tað besta er bara at hon er komin.






20 June 2008

Strævin tíð

Tað hava verið tríggir strævnir dagar.
Mikudagin var eg til fysioterapi. Tað var tann sama konan, sum hevur sæð mín fót tvær ferð fyrr. Hon helt tað var blivi nógv betur og segði mamma og babba hava nokk verið røsk at kitla meg. Hon segði at tey skuldi bara blíva við, og gav teimum 2 øvilisir afturat. Tað eina er ikki so skeg og eg fór at ýla tá tey gjørdu tað. Menmen, heldur tað enn at skula hava ein skinnara.
Hósdagin skuldi eg til skanning av mjadnunum. Har var einki at síggja og svav frá tí heila.
Í dag hevur heilsusjúkrasysturin verði her. Hon helt eg var øgiliga fínur og sum øll onnur so sera sera raskur. Segði eg dugdi næstan at smíla við vilja, dugi at halda eygnakontakt, góð refleksir og síðst, men ikki minst dugi eg so sera væl at eta.
Eg var 46,5 cm langur og vigaði 2800 gramm.
Í morgin kemur omma á Argjum at vitja, tað verður stuttligt.

Her er so ein mynd afturat av mær, eg veit at eg sovi á næstan øllum myndinum, men tað er tí at hvørja ferð eg eri vakin so er mamma púra vekk og gloymir alt um kamera og myndir.

So var eg vakin:)

Nú mintist mamma til at taka mynd meðan eg var vakin



17 June 2008

I just keep growing and growing

Í dag vóru eg og mamma niðri á Herlev hospital fyri at viga meg aftur. Eg vigaði 2610 gramm. Tað er 280 gramm uppá 6 dagar, tað er so flott sigir mamma.
Um eg blívi við uppá hendan mátan, so vigið eg gott 3 kg tá eg eigi at verða føddur um 10 dagar. Tað vil siga at eg havi klára at taka alt tað aftur, sum eg misti inni í búkinum. Fantastiskt.

15 June 2008

Alt verður størri

Nú eri eg blivin so stórur at eg nú brúka Libero newborn blæður ístaðin fyri Libero premature:) Eg eri vaksin ordiliga nógv, men mamma og babba síggja tað ikki so væl tí tey síggja meg alla tíðina. Men klæðini sum eg fekk tá eg var lítil eri við at verða ov lítil.






Tað er so lekkurt at fara í bað

Í dag var eg í bað. Eg elski tá mamma vaskar hárið. Tey hava eisini lagt eitt video upp av mær í bað.


11 June 2008

Home alone

Nú er tað 2. dagur har eg og mamm eru einsamøll heima. Tað gongur bara heilt ok haldi eg. Eg dugi so væl at sova um dagin. Tað er verri um náttina. Mamma og babba vita ikki síni livandi ráð, eg bara gráti og vil hava boppu. Vónandi verður tað betur um ikki so leingi.
Í dag vóru vit niðri á Herlev hospital, og har bleiv eg vigaður. Nú vigi eg 2334 gramm, tað er næstan ½ kg meir enn tá eg bleiv føddur og 180 gramm meira enn tá eg slapp heim frá hospitalinum. Jarðarmóðirin segði at mamma mátti hava róma í boppuni.
Nú verður spennandi at síggja hvat eg vigið í næstu viku:)

08 June 2008

Út at trilla

Mítt lív er fult at nýggjum upplivingum hvønn dag. Í dag var trilling á skránni. Eg, mamma, babba og omma fóru ein túr niðan til Q8 at fylla luft í dekkini á mínum vognum. Eg havi ikki minnið enn tveir. Ein til at sova í og ein minnið, tá mamma bara líka skal hava meg við at keypa inn.



07 June 2008

Fyrstu ferð úti í sólini

Í dag var eg fyri fyrstu ferð úti í sólini. Tað var nokso stuttligt, men mamma tordi ikki at lata meg verða ov leingi úti, tí tað var so brennandi sól. So eg fór inn aftur at sova, men Sólrun mostir, Lars og øll systkinabørnini úr Græsted grillaðu saman við mammu, babba og ommu. Tað var stuttligt. Øll hildu eg eri so fittur og eg var sentrum:)

Babba eigur ongan boppu

Í dag var mamma ikki heilt klár tá eg vildi hava at eta, so babba gekk við mær eina løtu. Tá fann eg útav at babba kann ikki geva mær at eta.



So fari eg heim

Endiliga kom dagurin har eg slapp heim. Babba hevði tikið autostólin við so eg kundi kom trygt heim, men hann var eitt sindir stórur, so mamma og babba løgdu eitt teppi rundan um meg at avstíva meg eitt sindir.Áðrenn vit fóru heim, so fóru vit oman í kantinuna at eta. Tað var fyrstu ferð eg var uttan fyri deildina. Tað tók eg bara heilt pent.


So gongur leiðin heim til Kagså!!!

Omma í Grønlandi

So kom omma í Grønlandi at vitja. Tað var so deiligt. Mamma og babba halda slett ikki tað er so galið at hava onkran at renna fyri seg:)



Jubii

So eri eg aftur vigaður spillekokk, vigaði 2154 gramm... altso havi eg tikið 32 gramm uppá síðan í gjár, og bara við at eta frá mammu. So læknin hevur kannað meg aftur og sagt at nú eri eg klárur at fara hrim. Tey halda at eg klári meg so gott at tey vilja ikki eingang síggja meg til kontrol. Søgdu at vit skuldi bara fara til kommunulæknan at viga meg. Mamma og babba eru so stolt, men tað er eisini strævið, tí eg etið eitt sindir oftari enn tá eg fekk sondu. So mamma og babba hevur ikki sovi so nógv í nátt. Tað verður nokk betur tá eg verið eitt sindir størri og orki betur.

05 June 2008

Å den lítli fótur

Í dag hava ikki minnið enn tveir ortopædiskir skurðlæknar verið her og hugt at fótinum hjá mær. Teir søgdu at tað var sum vit hildu at eg havi bara ligið eitt sindir skeivt inni í mammu. Vit fáa eina tíð hjá einum fysioterapeuti, sum eg specialist í lítlum fótum. Hon skal læra mammu og babba meira greb. Men tað verður eingin skinnari ella bandaga. Fóturin er longu betur enn hann var, tá eg bleiv føddur.

Raski

So eri sloppin heilt leysur. Nú eitur tað "fuld amning". Eg havi ikki fingið sondu síðan í gjárkvøldið um sjey tíðuna.
Eg hevði tikið 21 gramm uppá síðan í gjár, so tað sær út sum eg klári at eta nokk sjálvur. Nú verður spennandi um eg eisini havi tikið uppá í morgin. Barnalæknin var her í morgun. Hon tjekkaði meg frá topp til tá, og segði um eg havi tikið uppá í morgin, so sleppi eg heim. So mamma ger sítt besta fyri at fylla í meg.
Tit síggja hvussu ivrigir eg eri eftir boppu, háli í blusuna hjá mammu.
Aftaná eg havi etið er tað so deiligt at leggja meg saman við babba. Sum tit síggja havi eg onga sondu.

04 June 2008

Fysioterapeutvitjan again

Í dag var fysioterapeuturin aftur og vitjaði meg. Hon segði at ortopædurin kemur ikki í dag allíkavæl, men hann skal nokk koma. Hon vísti mammu og babba hvussu tey skula hála í fótin fyri at rætta hann út. Eg lá so fittur og fann meg í tí.

Alarm alarm

Nú eri eg sloppin av tað síðsta tólið tey brúktu at halda eyga við meg. Tað var ein pláta eg skuldi liggja á, so kundi tað føla um eg andaði, so ýldi tað um eg helt for langa pausi. Tað gjørdi eg ongantíð. Men alarmurin fór frá fleiri ferð um dagin allíkavæl. Tað var tí at mamma og babba gloymdi alt annað, tá tey skuldi takað meg upp, so tá eingin lá í vøgguni helt alarmurin at eg var hildin uppat at anda, so fór hann at ýla og allar sjukrasystrarnar rennandi. Mamma og babba eru so flóvislig.
Til endans løgdu tey eitt pappír á dýnuna so tey ikki gloymdu at sløkkja alarmin áðrenn tey tóku meg upp.

Átufrekur kúllur

Í dag tá mamma og babba vigaði meg spillekokk vigaði eg 2101 gramm, men eg snýtti eitt sindir, tí tey høvdu ikki meir enn latið meg í aftur so kukkaði eg ein stóran kukk, so eg kom heilt vist undir 2100 markið aftur.
Men eg var so raskur at eta í gjár, eg seyg meira hjá mammu enn tey góvu mær í sondina. Og so í dag, tá eg skuldi hava at eta klokkan 11 seyg eg heilar 46 ml... vanliga fylla tey í meg so eg fái 40 ml tilsamans, so eg skuldi slett ikki hava sondu.
Aftaná sjúkrasystrarnar høvdu hugt at øllum tølunum komu tær inn til mammu og søgdu at nú hildu tær at eg kláraði meg so væl at eg skal slett ikki hava sondu um dagin. So um dagin skal mamma bara geva mær, tá eg biðji um boppu. So um náttina skal eg vigast sum tey plaga fyri at vita hvussu nógv eg súgvi.
Mamma og babba eru so stolt. Allar sjúkrasystrarnar halda at eg eri ótrúliga raskur, vanliga duga børn ikki at súgva fyrr enn tey eru 37 vikur, og tað verði eg ikki fyrr enn í ovurmorgin. Tað er eisini hart arbeiði, aftaná er tað so deiligt at liggja hjá babba og slappa av.
Okkurt havi eg arva frá babba, matarlystinum feilar einki. Omma á Argjum sigir altíð at babba bara sat og gapaði og svølgdi.



So misti eg nalvan

Í fyrradagin meðan babba skifti mær, so segði tað bara plopp so datt nalvin av. Mamma vaskaði restina í dag. Tað sær fínt út, men eg haldi ikki tað er so skeg tá mamma skrubbar.



03 June 2008

Fysioterapeutvitjan

Í dag hevur fysioterapeuturin verið her. Hon segði at hon helt heilt bestemt at tað hevði einki uppá seg hatta við fótinum. Segði at eg nokk hevði ligið við ilinum móti vørjum øðrum í búkinum hjá mammu, so tað var tí eg so gjarna vil liggja so nú. Tað skuldi nokk javna seg. Segði at mamma og babba skulu kitla meg á uttaru síðuni á fótinum, so eg blívi lumpaður at flyta fótin úteftir. Akkurát sum omma í Grønlandi gjørdi við mammu, tá hon var lítil. Men fyri at vera heilt sikkurt so kemur ein ortopædur at hyggja eisini í morgin. Kanska han fer at vísa mammu og babba hvussu man kan gera eina bandagu um fótin.

Annars havi eg verið sera raskur at súgva í dag, og blóðprøvin fyri gulsótt vísti at talið er á veg niður. So all in all ein góður dagur.

Klæðir, klæðir, klæðir

Tað er so deiligt at fáa so nógvar gávur. Omma og abbi í Grønlandi sendi mær eina húgvu og og einar soo fittar skógvar. Skógvarnir eru í størra lagið enn, men eg skal nokk vaksa í teir.

Her er eisin ein mynd av mær beint aftná eg havi hálað sondia upp, soleiðis síggi eg út, tá eg ikki eri ein fílur:)

Her búgva vit

Tað hevur verið so deiligt tær síðstu 3 næturnar. Tað hava ikki verið so nógv børn á deildini, so babba er eisini sloppin at sova hjá mær. Annars liggja eg og mamma á eini 2-songs stovu, men eingin annar hevur verið her enn. Mamma heldur tað er so lekkurt, tí so kann hon senda babba út at viga og skifta mær, so kann hon leggja seg aftur aftaná eg havi etið. Babba hevur eitt sindir ringt við at venja seg við at skula upp so ofta hvørja nátt.

Eg havi fingið Kaj og Andrea bogan frá Sólrun mostir. Dugi ikki ordiliga at spæla við hann enn.

02 June 2008

Systkinabarnavitjan úr Belgia

Í gjár hevði eg vitjan úr Belgia. Bía mostir, Michel, Louis, Emil og Madeleine komu framvið. Av tí at børnini, sum búgva her saman við mlr eru so lítil sleppa onnur børn ikki inn at vitja, so systkinabørnini máttu heilsa uppá meg gjøgnum ein rút. Men tey hildu eg var øgiliga fittur allíkavæl og slongdi mær mussar. So aftaná tey høvdu heilsa uppá fóru babba, Michel og børnini ein túr á strondina, meðan Bía mostir kom inn at snakka við mammu.

Læknavitjan

Í dag var læknin og vitjaði meg. Tað var tí at mamma og babba hildur at fóturin hjá mær var eitt sindur skeivur. Eg haldi tað er nógv stuttligast at venda honum inneftir. Tað helt læknin eisini, so hon fer at biðja ein fysioterapaut koma at vitja meg eisini. Kanska skal eg í ein skinnara. Tey halda tað er bara tí at eg havi ligið so væl inni í búkinum hjá mammu, so fóturin hevur verið eitt sindur kroystur.
Annars gongur alt gott, øll eru so imponera at eg longu dugi at súgva eitt sindur, man eigur ikki at duga tað fyrr enn man er 37 vikur.

Sum tit síggja, so eri eg ein lítil kúllur, eg skal nokk eta meg stóran og sterkan.

2000 gramm

Í dag var ein merkisdagur, í morgun, tá eg bleiv vigaður spillekokk, vigaði eg 2035 gramm. Nú eri eg ikki so lítil meira. Á myndini liggi eg á vektini, sum mamma og babba vigað meg á minst 20 ferð um dagin. Tey muga fylgja við í hvussu nógv eg eti sjálvur, so tey vigað meg áðrenn og aftaná eg havi sogið.
Tá tey so havi funnið útav hvussu nógv eg sjálvur havi etið, so siga tey tað við sjúkrasystrina, sum kemur við restini, so eg fái 40 ml tilsamans, 8 ferð um dagin. Restina fá eg í sondina, tað er so deiliga nemt, liggi bara har og blívi mettir.

Sum tit síggja so blívi eg eisini nokso móðir tá eg havi etið, havi eisini eitt sindir av mjólkaskegg.