MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 October 2008

Ååå det veður

Puha, sovorit havi eg aldrin sæð fyrr. Eg sleppi ikki eingong út at sova. Mamma hevur lovað at bakað eina kaku fyri ommu, men hon manglaði okkurt tilfar, omma var til arbeiðis og tað er ikki veður at taka meg við nakra staðni. So var bara eitt at gera. Abbi mátti verða barnagenta.
Mamma bíðaði bara til eg svav, trillaði so vognin inn til abba, so hann rakk at kýna mær um høvdið, og so legði hon eitt leikutoy so abbi rakk at geva mær tað um eg vaknaði. So lat hon seg væl í og fór til gongu oman til Andreasen... bilurin er kavaður inni. Men tað gekk fínasta slag. Eg svav allatíðina hon var vekk, men hevði eg vaknað, so rokni eg eisini við tað hevði verið ok, tí abbi var jú har, hann dugir so væl at syngja.



26 October 2008

So var eg í Dali

Fríggjadagin fóru eg, mamma, omma og abbi til Dals. Tað var stormur og tað rullaði so ræðiliga illa yvirum. Teir síðstu túrarnir blivu avlýstir, lukkutíð vit sluppa til Dals.
Putlhús eru eini fín hús. Fyrsta kvøldi var tað bara nátturði og so í song. Mamma ummøbileraði og manereraði. Finguð eitt sindir betur pláss, men hon dugir ikki gand.
Leygardagin fóru vit túr út á Bakka, har var bakkaomman í fuld sving við at kóka blóðpylsu.

Vit vóru eisini inni og vitjaði seyðin og mamma vísti mær "before and after".

So var eg í bað í Putlhúsi, í ein balju, sum var alt ov lítil. Abbabeiggi og bakkaomman vóru har og hugdi at showinum. Men eitt er so steinsikkurt, tað er tað at man svevur væl í Putlhúsi. Eg svav í 8 tímar út í eitt og tað havi eg ikki gjørt leingi.

Og so til seinast, tann obligatoriska myndin á trappuni
P.S. Nýtt video lagt upp




22 October 2008

Nú dugi eg at hvína

Eg eri farin at testa røddina hjá mær so óført. Eg bara hvíni... onkutíð haldi eg at bara hundar hoyra meg.
Í kvøld hava eg og mamma verið úti hjá ommu á Argjum... hon hevði gjørt fiskafrikadellir. Men omma mátti skera fyri hana og so át hon við einari hond, tí eg vildi absolutt ikki liggja einsamallur. Eg skal siga tykkum at Bonso goyði so illa og tað var ikki akkurát mín koppur av te í kvøld. Men seinni, tá eg slapp at liggja á borðinum, tá var góða lag.
Mamma hevur lagt eitt video upp, har eg bara hvíni.

19 October 2008

Vinkonan Ró er doypt í dag

Í dag var vinkonan hjá mær doypt. Hon eitur Ró Høgnesen, eftir abbanum Rólant. Mamma var gumma og omma ansaði eftir mær meðan hon var í kirkju. Men eg var við til døgurðan og nátturðan.
Ró var so fín so fín. Bæði í kirkjuni og so aftaná hevði hon ein so fínan kjóla. Hon skikkaði sær eisini heilt pent í kirkjuni. Hon græt bara eitt lítið sindur.


18 October 2008

Vitja ommu á Argjum og Hans abba

Í dag var eg og vitjaði ommu á Argjum og Hans abba. Eg var har heilt einsamallur eina løtu, meðan mamma fór til sól.
Tá mamma kom aftur sat omma og sang fyri mær, tí eg var so móður. Har sovnaði eg og eg lá so væl.
Eitt tað besta við at vitja ommu á Argjum er at eg verið borin næstan alla tíðuna, og so sjálvandi Bonso sum gongur og snoddar. Í næsta ár fari eg toga í halan hjá honum.

Sova úti

Tað er so deiligt at sova úti her í Føroyum. Tað larmar bara nógv meir enn í Danmark. Um tað ikki er vindur sum ýlir og skrykkir í vognin, so er tað regnið sum stendur niður á hann. Men eg sovi so deiligt allíkavæl, tað allarbesta er tá húgvan er fyri alt andlitið.

17 October 2008

Býtúr

Tá vit komu til Føroyar fóru vit spadseritúr. Eg, mamma, omma, abbi, Lisa gumma, Bergur og Símun. Fyri at siga sum er, so spadseraði eg og abbi ikki, vit trillaðu.
Vit gingu heilt oman til kaffivognin á keiini.



Til døgurða hjá langommu

Í dag var eg hjá langommu til døgurða. Eg fekk ikki nakað annað enn mjólk. Eftir øllum á døma (tvs. babba) skal eg gleða meg til at eg kann eta mat frá langommu. Hann elskar hennara mat.
Abbi var eisini har. Vit vóru har nokso leingi, men eg lá bara og svav hjá langommu.
Tá eg kom heim aftur til ommu og abba í Grønlandi var eg ordiliga í hopla.
Hesir abbarnir eru bara heilt fínir:)






16 October 2008

Heim til ommur og abbar

So eri eg komin heim. Tað er ordiliga deiligt. Omma var eftir okkum í Vágunum og koyrdi okkum heim til Grønland. Og tá vit komu her var fult hús. Sólrun mostir og øll sysktinabørnini eru her. Og Sólrun mostir hevur gjørt stovuna hjá ommu spildurnýggja.



Jubii, omma á Argjum er komin (og øv... farin)

So kom hon endiliga og Hans abbi var við.
Tey høvdu ordiliga nógvar gávur við til mín. Eg fekk ein lítlan Bonso at spæla við, hann er ordiliga fittur.
Tey komu út til okkum at fáa døgðura fríggjadagin og vit fóru inn til tey at vitja leygardagin.... og so helt eg at eg skuldi síggja tey aftur, men so vóru tey knappliga farin til Føroyar. Men tað bilar ikki, tí í morgin fari eg bara aftaná teimum.
Og so havi eg eisini verið í tveimum føðingardøgum... Jónas og Ægir, teir fyltu báðir 4 ár. Í føðingardegnum hjá Ægir vóru vit á trafiklegepladsen. Tað var ordiliga skeg, har eru vegir, gongubreytir og trafikljós og alt. Har haldi eg at eg og míni sysktinabørn skula fara.

So hevur Gabriel eisini verið her. Hann og foreldrini vóru her til døgðura sunnudagin. Tað var ordiliga hugnaligt, eg og hann syrgdi fyri at øll 4 vaksin ongantíð sluppu at sita og eta í senn:)So í gjár vóru eg og mamma og babba í tivoli. Tað var fínasta slag, ljósini vóru sera spennandi at hyggja eftir... men skal eg siga sum er, so er alt hetta hurlumheje í so nógv. Tað allarbesta er at sova á boppuni hjá mammu.

07 October 2008

Mammubólk igen igen

Í gjár drasssaði mamma meg við til mammubólk beint við her, sum eg búgvi. Vit fóru til ein beiggja, sum eitur Malthe. Hann var eitt sindir yngri enn eg. So komu eisini ein annar beiggi sum eitur Bertram og ein didda sum æt Frida. Eg tímdi bara at spæla í ½ tíma, so fór eg út at lulla og vaknaði aftur her heima.
So aftur í dag, eg visti ikki betur so knappliga vóru Gabriel og diddan (hjá gummu) og diddan (hjá Fríðu) her. Vit fýra hyggaði okkum, svóvu, grótu og boppaðist um kapp.
Mamma hon bara etir og snakkar meðan hon er í mammubólk:)

05 October 2008

Babba dugir so væl at syngja

Hey folkens, her gongur alt sína vanligu gongd. Eg havi verið forkølaður so mega leingi nú. Eg eri við at blíva frískur, men tað er einki stuttligt. Mamma og babba vóna tað er tí at eg eri byrjaður at sovi so stutt í senn. Í nátt vaknaði eg longu klokkan 1 og vildi hava at eta.
Á myndini syngur babba meðan vit báðir hygga at fótbólti... tað kann eg siga tykkum, tað er stuttligt.
Eg havi eisini skriva um alt møguligt annað niðri undir.


Her er eitt video har eg eri í skellilátri.