MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 August 2008

Pass

Nú skal eg skjót til Belgia fyri fyrstu ferð at vitja Bíu gummu og øll sysktinabørnini. Eg gleði meg soo nógv, og tað ger mamma eisini.
Sjálvt um eg eri so lítil skal eg hava pass. Hvat halda tit um passmyndina:)

27 August 2008

Long time no see!!

Heyhey øll somul. Tað er langt síðan seinast. Nógv er hent. Mamma ætlar at skriva um alt hatta fyrsta dagin, men beint nú vendir alt á høvdinum, tí vit hava flutt. Íbúðin er næstan akkurát líka, men vit hava fingið eitt kamar afturat. Eg helt tað var til mín, men eg sovi altso enn inni hjá mammu og babba, og mítt kamar er fult í óruddi. Nógv fyri. Nei tvætl, haldi tað er nokso lekkurt at sova hjá mammu og babba, serliga mammu, tí tað er hon sum gevur mær boppu um náttinina:) Tað er so lekkurt at drekka róma, man blívir so deiliga tjúkkur:)