MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

03 June 2008

Fysioterapeutvitjan

Í dag hevur fysioterapeuturin verið her. Hon segði at hon helt heilt bestemt at tað hevði einki uppá seg hatta við fótinum. Segði at eg nokk hevði ligið við ilinum móti vørjum øðrum í búkinum hjá mammu, so tað var tí eg so gjarna vil liggja so nú. Tað skuldi nokk javna seg. Segði at mamma og babba skulu kitla meg á uttaru síðuni á fótinum, so eg blívi lumpaður at flyta fótin úteftir. Akkurát sum omma í Grønlandi gjørdi við mammu, tá hon var lítil. Men fyri at vera heilt sikkurt so kemur ein ortopædur at hyggja eisini í morgin. Kanska han fer at vísa mammu og babba hvussu man kan gera eina bandagu um fótin.

Annars havi eg verið sera raskur at súgva í dag, og blóðprøvin fyri gulsótt vísti at talið er á veg niður. So all in all ein góður dagur.

No comments:

Post a Comment