MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 October 2009

Heima saman við mammu

Ja, her er alt við sama lag. Eg var og vitjaði læknavaktina í gjár, knappliga so fór feburin upp á 39,4 og eg tímdi hvørki at eta, drekka ella spæla. Men læknin fann einki hvørki her ella der. Eg var so raskur, tá hon stakk ein vatpinn niður í hálsin.

Í morgun hevði eg so 38.0, eg havi tað betur, men eg eri bara heima við mammu í dag. Vit hava spælt. Mamma hevur blitza óført.

Fyrst hugdu vit eftir teknifilm og ótu víndrúir

2009.10.28 Sjúkur 013

Charmetrøll

2009.10.28 Sjúkur 014Vilt tú hava víndrúi mamma??

2009.10.28 Sjúkur 015So fóru vit inn í kamarið at spæla.

Fyrst las eg bók   …

2009.10.28 Sjúkur 019So teknaði vit á mína fínu talvu, tá mamma teknaði eina kettu, so segði eg maaav, og ein hund, so segði eg uff uff.

2009.10.28 Sjúkur 0232009.10.28 Sjúkur 024   Aftaná fóru vit at koyra tigara og bil

2009.10.28 Sjúkur 0312009.10.28 Sjúkur 0322009.10.28 Sjúkur 034Omaná alt hetta spælaríi fekk eg mær ein langan blund. Tað er ok at verða heima onkutíð:)

Herbert cool

So passi eg endiliga mín coola leðurjakka, hvat halda tit??2009.10.28 Sjúkur 004 2009.10.28 Sjúkur 0012009.10.28 Sjúkur 007

25 October 2009

Sunnumorgun… enn sjúkur

Í dag er eitt sindur betur. Eg orkaði ikki at eta morgunmat, men eg havi ikki gráti so nógv sum í gjár, feburin er eisini farin niður.Eg og mamma hava lisið bók í morgun, tað er annars ikki nakað eg tími so væl… um eg skal lesa bók so er tað eg sjálvur sum skal blaða, og kanska eisini skræða:) Men eg fekk mær ein slang frá 8.30-10.30 so nú er aftur betur lag. Eg og babba fara út at spæla. Eg líkist eini útstappaðari gás, men so verið eg ikki kaldur.

2009.10.25 Herert sjúkur

24 October 2009

Sjúkur :(

Tá mamma kom eftir mær fríggjadagin, fekk hon at vita at eg hevði spýð eitt lítið sindir aftaná mín døgurðablund. Hon hugsaði ikki meir um tað, men seinni um kvøldið so vildi eg slett ikki eta nátturða, og so royndi mamma at lokka smoothie í meg, eg drakk nokkso nógv, men so spýði eg alt uppaftur. Eg hevði febur og tað heila. Í dag var ikki petti betur. Ongan matalyst, febur og so havi eg eisini spýð. Tað ringasta av tí heila var at eg ikki slapp til svimjing í morgun:( Tá man er sjúkur er tað nokso lekkurt at bara kunna hyggja í sjónvarp, hann sjálvur Dirch Passer er fínur.

Vitjan av Gabriel

Fyrradagin høvdu vit vitjan av vinmanni mínum Gabriel.
Mamma hevði gjørt ein lekran indiskan grýturætt og so fingu vit vaflur omaná, mmhhhh. Áðrenn døgurðan hevði Árni spælt við okkum í songini, tað var orduliga stuttligt.
Og Aftaná døgurðan fóru eg og Gabriel í bað saman. Har var ikki so nógv pláss til okkum at beistast í, men reinir blivu vit :)

Herbert 001 Herbert 008 Herbert 009 Herbert 014 Herbert 020 Herbert 024

18 October 2009

Danmarks akvarium

Í gjár vóru vit í Danmarks akvarium. Har vóru so nógvir fiskar. Tað var ordiliga spennandi og stuttligt. Eg slapp at nerta við ein krabba. Har vóru eisini ordiliga stórir fiskar og ein gildig skjaldbøka.

2009.10.18 Heystferia 0082009.10.18 Heystferia 0092009.10.18 Heystferia 013 2009.10.18 Heystferia 018 2009.10.18 Heystferia 019 2009.10.18 Heystferia 020

Tað er stuttligt at tekna

Leygarmorgunin fór eg at tekna. Tað stuttligasta er at tekna við øllum blýantinum í senn. So verður tað so fínt.Kopi  af 2009.10.18 Heystferia 0032009.10.18 Heystferia 004 2009.10.18 Heystferia 006

13 October 2009

Hyldebærgrød í vøggustovuni

Í dag fingu vit hyldebærgrød í vøggustovuni. Tað helt eg gott nokk var lekkurt. Tey vaksnu hildu tað var so skeg at tey tóku nakrar mynir av mær. Sær tað ikki bara lekkurt út???

vøggustova 001 Kopi af vøggustova 001

11 October 2009

Vøggustovan

Onkutíð, tá mamma kemur eftir mær, so hava tey vaksnu í vøggustovuni lagt eina mynd av mær á mítt pláss, so er tað meiningin at mamma kann taka tær heim við. Eg helt at mamma skuldi eisini leggja tær upp her. Eg elski at ganga í vøggustovu. Um morgunin, tá babba ella mamma fara at lata seg í jakka og skógvar, so fari eg eisini at leita eftir mínum. Og um babba fer avstað uttan at taka mge við, verið eg í øðini. Eg havi næstan ikki tíð at siga farvæl við mammu og babba tá eg eri komin inn. Eg fari beint at spæla. Eg geri alt møguligt í vøggustovuni, eg spæli inni og eisini ordiliga nógv úti, serliga í sandkassanum. Ein dagin fóru eg, 3 onnur børn og 2 vaksin at svimja. Tað var ordiliga skeg.
Tá mamma og babba koma aftur eftir mær, so verið eg eisini ordiliga glaður og renni altíð til tey.
Myndirnar eru frá tá eg gekk í bláu stovu, men tað er bara fyri lítil børn. Nú gangi eg í blái stovu.

Kopi af vøggustovavøggustovaKopi (3) af vøggustova

Mødregruppe

Í dag var tað so tann danski mammubólkurin á skránni. Tað var meiningin at fara út at spæla, men veðrið var eitt sindir hálvkeðiligt, so vit spældi bara inni hjá Sofie og teimum. Eg og mamma hildi gott vit kundi verið farin út, eg hevði regnklæðir við til tað sama, oh well, tað má verða eina aðra ferð. Men tað var stuttligt at síggja Sofie, Frida, Malthe og Bertram aftur. 2009.11.10 0072009.11.10 006

10 October 2009

Svimjing

Nú er tað eitt sindir síðan, men eg eri jú farin á tað næsti holdið í svimjing. Eg eri liðugur við Søhesten og gangi nú á Tumleren. Leygarmorgunin vóru eg og babba og trenaði. Eg havi nú lært at kava eftir tingum. Babba peikar á tað, og so sigur hann eitt… tvey… trý… kava!!! So kava vit og eg finni tingið á botninum og takið tað upp við. Eg elski at svimja.swimmix

Mammubólk

Í gjár var eg í mammubólk. Vit møttist øll úti í Remiseparken. Har er eitt spælipláss og ein bóndagarður alt í senn. Hallgerð hevði bakað bollar og kaku og pakka alt niður, so vit fingu tað har úti. Tað var so lekkurt. Tann einasti sum ikki var við var Gabriel… hann er í Alanya. Eg helt tað var herligt at síggja øll djórini og spæla.

2009.10.10 0232009.10.10 025 2009.10.10 027 2009.10.10 031 2009.10.10 033 2009.10.10 0402009.10.10 0482009.10.10 049

Eg havi fingið nýggjar skógvar, YES!!

Nú havi eg endliga fingið nýggjar skógvar. Mamma hevur leitað uppi og niðri fyri at finna einar sum vóru nóg góðir. Tað er ikki sum at siga tað. So nú ein dagin segði konan í vøggustovuni at tað var so synd í mær, tí eg átti ongar gummistilvar, men tað kann eg slett ikki brúka, tí tað er ikki nóg nógvur stuðul um hælin. Men mamma intensiveraði leitanina eftir einum skóm til mín, og leygradagin endaði vit í Solrød, tí har er ein handil sum selir sovornar lekrar skógvar. Konan har mátaði fótin og syrgdi fyri at skógvarnir passaði ordligt. Hon segði við mammu at fóturin hjá mær er 12,6 cm og mínar inniskógvar vóru 12,3…. tvs. at teir eru ov lítlir, útiskógvarnir hjá mær vóru akkurát 12,6, men teir skula jú helst verða ½ cm størri enn fóturin, so tað var nokk upp á tíðina at eg fekk nýggjar skógvar. Nú eigi eg 3 spildurbýggj pør, einar inniskógvar, einar 100% vatntættar vetrarstilvar og einar fína skógvar.

BB_TofuNavy-pRic_0761DrengBrunSnore-p pomdapi_begyndersko_brun_1-p

09 October 2009

Illum

Fríggjadagin vóru vi tí Illum, sum ein partur í mammusa skógvajagt, vit funnu ongar skógvar, men har var ein stuttligur teknari. Har teknaði fyrst eina kettu, eg hjálpti honum. So spurdi hann hvat mær dámdi, eg segði at eg elskaði hundar (serliga Bonso). Til endans tekanði hann meg, eri eg ikki eitt flott model.Ketta teknað Hundur teknaðurHerbert teknaður