MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

30 July 2009

Hugni í Eiriksgøtu

Heima í Eiriksgøtu eru sooo nógv fólk, næstan øll míni sysktinabørn eru her. Her manglar bara Bergur. Tey tíma øll at spæla við meg og eg við tey, vit spæla lego bæði tíðliga og seint.







29 July 2009

Ólavsøkudagur

Ólavsøkudag kom øll familjan hjá mammu til brunsj hjá Turið ommudidd. Eg svav næstan alla tíðina, men eg fekk eitt sindir burturav.
Seinni um kvøldið fóru eg, mamma, babba, Sólrun mostir, onkel Lars, Símun og Lisa til paintball. Eg visti ikki hvat eg skuldi halda. Tá babba kom yvir til mín við maskuni skar eg útúr at gráta, hann sá so vemmiligir út. Seinni fóru vit ein túr oman í býin.