MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 March 2011

Heilsusytur igen igen

Í dag var heilsusysturin aftur og vitjaði meg. Eg bleiv máld og vigað og hon og mamma snakkaði um, hvussu eg skikki mær.

Mamma heldur er eri forferdiliga fitt, men mær dámar so øgiliga væl at súgva… og so at liggja og sova í ørmunum hjá mammu.

Eg eri nú 53,5 cm og vigi 3,86 kg. Man skal taka uml. 200 g uppá um vikuna, tá man er so gamal sum eg… tvs. eg skuldi havt tikið 400 g uppá síðan konan var her síðst, men eg havi tikið 750 g uppá. Konan segði, at mamma gott kann geva mær suttu av og á, tá eg leiti, tí eg fái í øllum førum ikki ov lítið av mjólk. Eg veit ikki hvat eg haldi um tey ráðini… mær dámar væl at liggja hjá mammu og fáa boppu.

Annars var alt fínt, eg sá so væl nøgd út at har var einki at koma eftir.

--------------------------------------------------------------

Eg havi eisini verið heima í dag. Í gjárkvøldið hevði eg febur, so mamma helt tað var best at halda meg heima í dag. Eg havi roynt at skikkað mær pent. Tað er eitt sindir troyttandi við hasi gentini, sum eg komin at búgva hjá okkum. Mamma kann ikki koma at spæla bilar ella byggja torn, tá eg vil hon skal, og tá hon so endiliga kom… so kom gentan við, og mamma kundi bara spæla við einari hond. Gott at konan sum var her í dag segði at diddan kann fáa meira suttu, so kanska eg eisini kann fáa meira mammu.

No comments:

Post a Comment