MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

22 March 2011

Aftur í djóragarðin og Rannvá á vitjan

Leygardagin vóru vit aftur í djóragarðinum. Tað var fyrstu ferð diddan var við, so eg mátti vísa henni hvar alt var. Vit sóu kamelarnar, og babba vildi taka mynd, so eg segði APPELSIIIIN.

Djóragaður, føðingardag 017

So fóru vit til apurnar. Eg havi akkurát fingið eina kanin bamsu í gávu frá Nichalu. Eg hevði hana við í djóragarðin, men tað skuldi eg aldrin havt gjørt, tí eg misti hana niður til apurnar. Eg skal nokk siga tykkum at tær vóru skjótar. Eitt, tvey, trý so høvdu tær sæð kaninina, og skundaðu sær upp í eitt træ við henni. Har vann tann størsta apan kaninina og byrjaði at býta í hana. Eg eri enn keddir um at hava mist kaninina, eg var ordiliga góður við hana.

Djóragaður, føðingardag 018

Djóragaður, føðingardag 023

Men tað var allíkavæl hugnaligt. Diddan sá ikki nógv, hon bara svevur.

Djóragaður, føðingardag 025

Djóragaður, føðingardag 027

Djóragaður, føðingardag 031

Djóragaður, føðingardag 033

Tá eg so hevði sovið mín døgurðaslang, kom Rannvá at vitja. Rannvá fær eisini eitt lítið systkin skjótt.

Djóragaður, føðingardag 036

Djóragaður, føðingardag 037

Djóragaður, føðingardag 039

No comments:

Post a Comment