MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

10 March 2011

Fyrsta vikan

Nú hevur Herbert átt hendan bloggin í næstan 3 ár… nú muga tit venja tykkum við at eg eisini skrivi. Nú eri eg 5 dagar gomul. Síðan eg kom út og heim havi eg næstan bara sovið. Mamma og babba vita ikki um tað bara er tí at eg eri so góð, ella um tað er tí at eg havi gulsótt:) Sum tit síggja so eri eg eitt sindir gul.Komin heim 005

Komin heim 011Komin heim 010

Týsdagin vóru eg og mamma niðri aftur á sjúkrahúsinum, eg skuldi testa oyrini og taka nakrar blóðprøvar. Millum annað fyri gulsótt, men har var alt í ordan. Jarðarmóðurin segði bara at eg skuldi liggja við vindeyga og mamma skuldi geva mær nokk at drekka, og so reagera um eg bleiv meira gul ella meira sløv.

Babba var ikki við á sjúkrahúsinum, tí hann mátti verða heima hjá Herbert. Herbert hevur verið heima síðan týsdagin. Hann byrjaði at spýggja mánakvøldið og hevur ikki stegða síðan. Hann var soo slakkur í gjár, men í dag er betur. Hann fær hildi eitt sindir í sær.

Hann er annars ordiliga fittur, hann hevur ikki havt so nógv yvirskot til mín, men hin vegin, so er hann heldur ikki øvundsjúkur.

Komin heim 004Komin heim 008

1 comment:

  1. Ja tú ert væl dæmd góða diddan, og Herbert hanne r næstan heilt hvítur. Tað varður gott tá ið várið kemur.

    ReplyDelete