MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

14 March 2011

Heilsusystir á vitjan

Í dag var heilsusystirin her. Hon hugdi at mær, máldi og vigaði.

Eg vigaði heili 3100 g, tað er ordiliga gott. Málið í dag var at eg skuldi verða aftur uppi á míni føðivekt, og tað eri eg so væl og virðiliga. So eg og mamma duga bara hatta har við at boppast. Eg eri enn 49 cm. Nalvin datt av í gjár, og heilsusystirin segði hann sá fínur út. Eg eri enn nokso gul, so mamma skal vakja meg 3 hvønn tíma, so eg kann drekka. Um eg enn eri gul fríggjadagin, so skal mamma fara til kommunulækna við mær. Men heilsusystirin segði eisini at tá eg so var vakin (babba vakti meg), so var en ordiliga vakin og hugdi fínt runt. Tá eg so sá mammusa eygu, gav eg henni eitt stórt smíl… tað helt heilsusystirin var so flott, tí eg eri bara 9 dagar. 

Omma á vitjan 017

No comments:

Post a Comment