MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

05 March 2011

Grýluklæddur

Í gjár hildu vit føstulávint í vøggustovuni. Mamma hevði seymað mær eina coola eiturkoppadrakt. Eg vildi slett ikki úr henni aftur, vildi verið í henni meðan vit ótu og eisini tá eg skuldi heim, noktaði úr henni, so eg slapp ikki í jakka.
Aftaná vøggustovu kom Sólrun mostir eftir mær. Eg eri farin har norð at vitja ein túr, so fáa mamma og babba alone time og eg sleppi at hygga mær við Sólrun mostir, Lars, Bergi, Lisu gummu, Símun, Bellu og Beauty.
Mamma fekk ikki nakra ordiliga væl poseraða mynd af mær, eiturkoppar standa ikki so leingi stillir, men her eru nakrar:)






No comments:

Post a Comment