MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

17 December 2008

So havi eg eisini verðið og vitjað Bonso

Í dag var eg og vitjaði ommu og Hans abba á Argjum. Tað var ordiliga hugnaligt. Eg fekk at eta har úti, omma kókaði mær ein kjøtbolla. Tað var ordiliga stuttligt at síggja Bonso aftur. Eg bleiv so kløkkur tá hann goyr, men eg blívi ikki bangin longur. Eg hvíni bara eftir honum, so haldi eg at hann verður nógv bangnari enn eg. Eg fekk eina bonso-bamsu frá ommu, hon var í nissuhúgvu. Omma á Argjum hevur soo nógvar jólamenn allastaðni, eg helt at teir stuttligastu vóru teir sum lýsti og sungu.
Omma átti eisini eg so stuttligt leikutoy, tað tað var næstan sum knappaborði hjá babba, men ikki heilt.

No comments:

Post a Comment