MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

14 December 2008

3. sunnudagur í advent

Hetta vikuskiftið hevur verið ordiliga hugnaligt. Fríggjadagin vóru vit øll og svumu, babba var við. Tað nýggja øvilsi hesu ferð var at eg skuldi standa á lógvanum hjá mammu ella babba heilt einasamallur í vatninum og balansera, so hjálpti tey til við at flyta hondina við mær. Eg dugdi ordiliga væl. Aftaná svimjing koyrdi babba mammu av inni í býnum og so fóru vit at møtast við øllum hinum børnunum. Vit fóru øll at eta í Illum, tað var so ymiskt sum hugurin var til. Mamma, Eva og Fríða fingið ein brunch borðisk, Hallgerð ein clubsandwich, eg vildi hava hirsegreyt við peru og banansmakk, Kristian Martin og Gabriel fingu boppu og Rannvá fløsku. Øll vóru væl nøgd og mett og væl sett. Vit trillaðu ein túr aftaná og øll undir 1 ár fingu sær ein slang.

Leygardagin vóru vit til jólahugna her á Kagså, tað var bara fyri føringar. Øll tóku onkran mat við og so var sungi og spælt. Tað var stak hugnaligt og eg var heilt hopla. Bleiv eitt sindir í ørviti av at verða lagdur at sova har uppi, so eg vaknaði aftur klokkan 21 og vildi sleppa at spæla.
Annars havi eg verið so sera raskur at eta í seinastini. Í morgun fekk eg havragreyt fyri 1. ferð. Eg dámdi hann heilt væl. Eg eri eisini blivin raskari at sova. Í nátt svav eg frá klokkan ca. 1 til 9.15 í morgun, tað skal líka viðmerkjast at eg var nakað móður, tí eg hevði grátið frá klokkan 12 til eg sovnaði:) Mamma hevur funnið útav at um sleppi at sova saman við mínum áarrossið, sum eitur Strípus, so sovi eg nógv betri.

Í morgin fara vit til Føroyar, eg gleði meg so nógv at síggja ommu og abba í Grønlandi, abba á Íslandsvegnum, ommu og Hans abba á Argjum og ikki minst langommu. Nú er veturin komin, so eg má heldur taka vetrarklæðini við upp, mamma og babba lótu meg í eina kavadrakt nú ein dagin... sá eitt sindur í sum ein bamsa.

1 comment: