MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 December 2008

So eru jólini farin

Nú eri eg so komin livandi gjøgnum míni fyrstu jól. Tað var so stuttligt. Eg fekk ordiliga nógvar pakkar, bæði klæðir og leikur. 1000 takk fyri alt.
Jólaaftan vóru vit fyrst hjá ommu á Argjum... mamma tók onga mynd, men tað gjørdi Jón gubbi harafturímóti... hann blitzar og blitzar:) Mamma og babba fáa kanska onkra mynd frá honum. So fóru vit til Dals við Teistanum, og tað var nokk tað sum var minst stuttligt við øllum jólaaftan, eg var ikki nógv verdur, tí tað rullaði eitt sindir. So komu vit til Dals, og har fekk eg dunnu at eta um kvøldið, tað dámdi mær bara heilt væl. Mamma hevur heldur ikki tikið nakra mynd í Dali, tí har gekk omma og blitzaði.
Tíbetur vóru vit allarfyrst niðri hjá langommu, og har var onki blitz uttan okkara, so vit finguð eina mynda av hvussu fittur eg var í mínum jólaklæðum.

No comments:

Post a Comment