MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 December 2008

Døgurði, dópur og brúdleyp/dópur

2. jólakvøld vóru vit hjá ommu á Argjum til ræsta súpan og ræst kjøt. Eg fekk bara mosa epli og rót, tað dámdi mær bara heilt væl. So fekk eg mær ein slang, og tá eg vaknaði sótu øll og finguð sær rís a la mande... tá gjørdi eg vrøvl.. eg vildi eisini hava burturav, so babba mátti so pent seta seg at geva mær súrepla/banan mos. Tey billa sær nógv inn at fáa sær dessert uttan meg. Mamma fekk forrestin mandluna.
So seinni 2. jólakvøld fóru vit niðan til ommuna hjá Rannvu... vinkonan hjá mær. Hon bleiv nemliga doypt tann dagin... eg havi vita at hon eitur Rannvá leingi. So í gjár var det om igen, fyrst passaði Turið ommudidd uppá meg eina løtu, meðan mamma og babba fóru í kirkju, tí Lilja skuldi doypast og mamma og pápin hjá henni skuldi giftast. Seinni um kvøldi slapp eg uppí part, vit fóru øll út til ommuna hjá Lilju til nátturða. Har var Arthur gubbi, hann tímdi ordiliga væl at bera meg
Har var eisini ein mega smart kaka.



No comments:

Post a Comment