MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

24 December 2008

Gleðilig jól

Nú eru allir pakkarnir komnir, og um ikki so nógvar tímar sleppi eg at pakka teir upp. Eg havi fingið nógv mest. Um eina løtu fara vit út til ommu á Argjum og Hans abba at fáa okkum skerpikjøt og heit eplir. Aftaná fara eg, mamma og babba við Teistanum til Skopunar og so víðari til Dals. Har bíða omma og abbi í Grønlandi eftir okkum við ikki minnið enn tveimum dunnum. Eg gleði meg at smakka dunnu í mítt eplamorl. Vit koma aftur til Havnar 2. jóladag.
Nú muga tit øll hava eini góð jól og eitt gott nýggjár.

No comments:

Post a Comment