MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

26 October 2008

So var eg í Dali

Fríggjadagin fóru eg, mamma, omma og abbi til Dals. Tað var stormur og tað rullaði so ræðiliga illa yvirum. Teir síðstu túrarnir blivu avlýstir, lukkutíð vit sluppa til Dals.
Putlhús eru eini fín hús. Fyrsta kvøldi var tað bara nátturði og so í song. Mamma ummøbileraði og manereraði. Finguð eitt sindir betur pláss, men hon dugir ikki gand.
Leygardagin fóru vit túr út á Bakka, har var bakkaomman í fuld sving við at kóka blóðpylsu.

Vit vóru eisini inni og vitjaði seyðin og mamma vísti mær "before and after".

So var eg í bað í Putlhúsi, í ein balju, sum var alt ov lítil. Abbabeiggi og bakkaomman vóru har og hugdi at showinum. Men eitt er so steinsikkurt, tað er tað at man svevur væl í Putlhúsi. Eg svav í 8 tímar út í eitt og tað havi eg ikki gjørt leingi.

Og so til seinast, tann obligatoriska myndin á trappuni
P.S. Nýtt video lagt upp




No comments:

Post a Comment