MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

28 October 2008

Ååå det veður

Puha, sovorit havi eg aldrin sæð fyrr. Eg sleppi ikki eingong út at sova. Mamma hevur lovað at bakað eina kaku fyri ommu, men hon manglaði okkurt tilfar, omma var til arbeiðis og tað er ikki veður at taka meg við nakra staðni. So var bara eitt at gera. Abbi mátti verða barnagenta.
Mamma bíðaði bara til eg svav, trillaði so vognin inn til abba, so hann rakk at kýna mær um høvdið, og so legði hon eitt leikutoy so abbi rakk at geva mær tað um eg vaknaði. So lat hon seg væl í og fór til gongu oman til Andreasen... bilurin er kavaður inni. Men tað gekk fínasta slag. Eg svav allatíðina hon var vekk, men hevði eg vaknað, so rokni eg eisini við tað hevði verið ok, tí abbi var jú har, hann dugir so væl at syngja.



No comments:

Post a Comment