MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

16 October 2008

Jubii, omma á Argjum er komin (og øv... farin)

So kom hon endiliga og Hans abbi var við.
Tey høvdu ordiliga nógvar gávur við til mín. Eg fekk ein lítlan Bonso at spæla við, hann er ordiliga fittur.
Tey komu út til okkum at fáa døgðura fríggjadagin og vit fóru inn til tey at vitja leygardagin.... og so helt eg at eg skuldi síggja tey aftur, men so vóru tey knappliga farin til Føroyar. Men tað bilar ikki, tí í morgin fari eg bara aftaná teimum.
Og so havi eg eisini verið í tveimum føðingardøgum... Jónas og Ægir, teir fyltu báðir 4 ár. Í føðingardegnum hjá Ægir vóru vit á trafiklegepladsen. Tað var ordiliga skeg, har eru vegir, gongubreytir og trafikljós og alt. Har haldi eg at eg og míni sysktinabørn skula fara.

So hevur Gabriel eisini verið her. Hann og foreldrini vóru her til døgðura sunnudagin. Tað var ordiliga hugnaligt, eg og hann syrgdi fyri at øll 4 vaksin ongantíð sluppu at sita og eta í senn:)So í gjár vóru eg og mamma og babba í tivoli. Tað var fínasta slag, ljósini vóru sera spennandi at hyggja eftir... men skal eg siga sum er, so er alt hetta hurlumheje í so nógv. Tað allarbesta er at sova á boppuni hjá mammu.

No comments:

Post a Comment