MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

07 October 2008

Mammubólk igen igen

Í gjár drasssaði mamma meg við til mammubólk beint við her, sum eg búgvi. Vit fóru til ein beiggja, sum eitur Malthe. Hann var eitt sindir yngri enn eg. So komu eisini ein annar beiggi sum eitur Bertram og ein didda sum æt Frida. Eg tímdi bara at spæla í ½ tíma, so fór eg út at lulla og vaknaði aftur her heima.
So aftur í dag, eg visti ikki betur so knappliga vóru Gabriel og diddan (hjá gummu) og diddan (hjá Fríðu) her. Vit fýra hyggaði okkum, svóvu, grótu og boppaðist um kapp.
Mamma hon bara etir og snakkar meðan hon er í mammubólk:)

No comments:

Post a Comment