MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

22 October 2008

Nú dugi eg at hvína

Eg eri farin at testa røddina hjá mær so óført. Eg bara hvíni... onkutíð haldi eg at bara hundar hoyra meg.
Í kvøld hava eg og mamma verið úti hjá ommu á Argjum... hon hevði gjørt fiskafrikadellir. Men omma mátti skera fyri hana og so át hon við einari hond, tí eg vildi absolutt ikki liggja einsamallur. Eg skal siga tykkum at Bonso goyði so illa og tað var ikki akkurát mín koppur av te í kvøld. Men seinni, tá eg slapp at liggja á borðinum, tá var góða lag.
Mamma hevur lagt eitt video upp, har eg bara hvíni.

No comments:

Post a Comment