MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

26 March 2009

Sum tíðin flýgir

Nú havi eg verið í Føroyum í næstan eina viku. Tað er ótrúligt sum tíðin flýgir avstað. Mánadagin var eg og vitjaði ommu og Hans abba á Argjum. Omma hevði dampað fisk, tað helt eg var ordiliga lekkurt. Akkurát tá eg kom goyði Bonso eftir mær, og eg bleiv so bangin, men tað gekk ikki leingi fyrr eg bara var forvitin. Eg vendi mær so nakkin mundi brotna fyri at síggja hvar hundurin var. Til endans sat eg eisini á gólvinum, meðan hundurin eisini var har, mamma og Hans abbi ansaði eftir hann ikki kom ov nær. Hann var eisini forvitin at vita hvat eg var fyri ein.

Týsdagin fóru eg og mamma oman til langommu. Abbi var eisini har. Eg fekk eplamorl við smør, smakkði so deiligt. Omaná fekk eg varflu, tað hevði eg ongantíð roynt fyrr, og eg má siga at mær dámdi tað:)

Seinnapartin var eg trillitúr við Katrin. Vit fóru at vitja Rúnu, sum var til arbeiðis. Eg var altso púra vekk í Katrin. Eg royndi allatíðina var fáa fatur í henni og mussa hana. Hon var ikki heilt við uppá tað. Aftaná trillaði mamma og Durita okkum runt í oysoys regnið, vit hildu tað verða herligt, men tær blivu nokso vátar.
Mikumorgun fóru eg og mamma eftir langommu, og so fóru vit øll niðan at svimja. Tað var so stuttligt. Eg elski jú at svimja, og tað ger langomma eisini. So tað kundi ikki verið betur. Langomma helt at eg var so raskur, og tað hildu hinar morgunfrúurnar eisini, tær vóru púra vekk.



Seinnapartin mikudagin vóru eg, mamma, omma og abbi trillitúr. Mamma trillaði meg og omma trillaði abba. Veðrið var fínasta slag. Fóru allan vegin oman í býin og heim aftur.

No comments:

Post a Comment