MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

22 September 2008

Omma og abbi í Grønlandi vitja

So komu omma og abbi at vitja. Tað var so deiligt. Abbi hann sigur ikki so nógv, men hann dugir væl at syngja... prøva og hygg at videonum.
Vit gjørdu alt møguligt meðan tey vóru her. Vit vóru m.a. á arbeiðaramuseum. Har var ein framsýning um teir, sum gjørdu ovnarnar til týningarlegurnar undir 2. verðaldarbardaga.
Eg prøvaði eisini fyri fyrstu ferð at fáa fløsku við mammusa mjólk, tað var tí at mamma og omma skuldu til sjónleik. Tað gekk bara heilt ok segði babba.
Eg fekk eisini eina gávu frá ommu og abba, eg fekk eina rimasong. Beint nú stendur hon í stovuni, eg liggi ofta í har um dagin og spæli.



Her er eitt video har abbi syngur og omma vaggar fyri mær.


No comments:

Post a Comment