MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

25 September 2008

Mammubólk

Mamma og nakrar aðrar konir hava funnið útav at hava mammubólk. Tað eru 6 børn og eg eri eldst (og størst).
Síðst vóru vit hjá trímenniginum hjá mær Evu og vinmanninum Gabriel. Tað var bara heilt skeg. Bara ikki akkurát tá mammunar vildi taka mynd.
Har vóru eg føddur 23/5, so var ein sum eitur Kristian Martin føddur 6/6, og Diddan hjá gummu fødd 13/7 og so Gabriel, føddur 19/8. Har manglaðu tvey børn, vónandi koma tey næstu ferð.
Næstu ferð verður tað úti hjá okkum, eg gleði meg at vísa øllum børnunum mítt leikitoy.

No comments:

Post a Comment