MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

13 September 2008

Herbert og Gabriel vóru tveir....

Í dag havi eg verið og vitja Gabriel, so funnu vit báðir útav at vit vildu í Ikea. Mamma mín og mamma Gabriel sluppu við. Tað var ordiliga stuttligt at vitja Gabriel. Hann er so fittur. Eg rokni við, at vit fara at spæla nakað væl saman.
Í Ikea fekk Gabriel ordiliga nógv ting, hann fekk song og alt møguligt, men tað eigi eg longu. Vit fingu báður harafturímóti eitt stórt áarross í part.
Eg havi eisini verið og svomið í morgun. Í dag fór eg undir fyri fyrstu ferð. Mamma segði "eitt, tvey, trý KAVA" og so koyrdi hon meg undir vatnið. Tað var ordiliga skeg. Eg svølgdi eitt sindir av vatni, men tað bilar einki.

No comments:

Post a Comment