MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

03 April 2011

Langir dagar

Nú havi eg verið heima í 10 dagar, tað er onkutíð deiligt at verða heima hjá mammu og babba, men nú verður stuttligt at koma aftur í vøggustovu.

Eg havi verið feburfríur síðan mikudagin, men hósdagin hovnaði alt andlitið hjá mær, so eg slapp ikki í vøggustovu fríggjadagin. Mamma var við mær hjá tveimum læknum… og teir ringdu til ein triðja, eingin visti hví eg sá út sum eg gjørdi. Til alla lukku, so er tað næstan heilt gott nú. Bæði í nátt og síðstu nátt havi eg pissa so nógv, at lakið og topmadrassan mátti til vask, sjálvt um eg var í blæðu. Mamma heldur tað er tí, at eg royni at sleppa mær av við alla tað eyka vætu eg havi havt í kroppinum.

Her eri nakrar myndir, men tað sá verri út IRL (in real life:)herbert sjukur 001

herbert sjukur 002

Eg og babba hugna okkum við teknifilmi áðrenn eg skal í song.

herbert sjukur 006

herbert sjukur 010

No comments:

Post a Comment