MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

03 April 2011

Kaka!!

Mamma sigur, at hon fer at royna eitt nýtt hobby. At baka kakur. Í gjár royndi hon so fyri fyrstu ferð at gera eina lagkaku og leggja fondant omaná.

Babba heldur, at fondant er nakað forferdiligt svans, sum smakkar illa. Mamma heldur, at man kann bara takað tað av, tí tað er nakað søtt. Eg, harafturímóti, haldi tað er so mega lekkurt. Eg át fondantið omanav kakuni og so forlangaði eg at fáa tað, sum mamma hevðu skavað av.

Eg segði bums nei at eta við skeið, eg vildi eta kaku við hondini.

herbert sjukur 011

herbert sjukur 016

Líka sum eg segði bums nei at eta við skeið, so forlangaði eg at sleppa í song við sólbrillum. Bara tí man skal sova, merkir tað ikki at man ikki kan verða cool.

herbert sjukur 018

herbert sjukur 017

No comments:

Post a Comment