MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

04 October 2009

Fields og vitja gummu og Ró

Í dag vóru eg, mamma og babba í Fields. Tey skuldu shoppa, men tað haldi eg altso ikki er sakin. Eg vil nógv heldur sleppa at renna runt og spæla. Til endans var eg so móður at eg mundi sovnað meðan eg sat í innkeypvogninum í Bilka. Puha... tað er strævið at shoppa (tað heldur babba eisini). Vit fóru eisini í Sunset, eg fekk kips, tað sum eg helt var allarbest var at stinga kipsi í ketjupp og so súgva ketjuppi av... mmmm.
Aftaná fóru vit til gummu. Ró er blivin útskrivað, so gumma hevði bakað bollar og gjørt kaka. Rannvá var eisini har, har vóru eisini tveir fittir lítlir dreingir, eg var heilt imponeraður. Teir eru bara 16 vikur, teir eita Uni og Rógvi.
Eg rokaðist so nógv, hárið var heilt vátt. Eg insisteraði uppá at sleppa upp í songina hjá Ró og har segði eg bara HAPS, so tók eg suttuna hjá henni. Eg leggi ikki petti í at hon er ljósareyð.




1 comment: