MinTicker.dk Ticker MinTicker.dk Ticker

10 October 2009

Eg havi fingið nýggjar skógvar, YES!!

Nú havi eg endliga fingið nýggjar skógvar. Mamma hevur leitað uppi og niðri fyri at finna einar sum vóru nóg góðir. Tað er ikki sum at siga tað. So nú ein dagin segði konan í vøggustovuni at tað var so synd í mær, tí eg átti ongar gummistilvar, men tað kann eg slett ikki brúka, tí tað er ikki nóg nógvur stuðul um hælin. Men mamma intensiveraði leitanina eftir einum skóm til mín, og leygradagin endaði vit í Solrød, tí har er ein handil sum selir sovornar lekrar skógvar. Konan har mátaði fótin og syrgdi fyri at skógvarnir passaði ordligt. Hon segði við mammu at fóturin hjá mær er 12,6 cm og mínar inniskógvar vóru 12,3…. tvs. at teir eru ov lítlir, útiskógvarnir hjá mær vóru akkurát 12,6, men teir skula jú helst verða ½ cm størri enn fóturin, so tað var nokk upp á tíðina at eg fekk nýggjar skógvar. Nú eigi eg 3 spildurbýggj pør, einar inniskógvar, einar 100% vatntættar vetrarstilvar og einar fína skógvar.

BB_TofuNavy-pRic_0761DrengBrunSnore-p pomdapi_begyndersko_brun_1-p

No comments:

Post a Comment